Ætla at vinna á svium

27.07.2017 - 09:04
ÍtrótturHondbóltur
Ætla at vinna á svium
Dysturin millum Føroyar og Svøríki um 15. plássið verður seinnapartin
Helgi H. Hoydal, liðskipari, ætlar at vinna á svium í dag

Føroyar skulu spæla móti Svøríki um 15. plássið í HM-endaspælinum í hondbólti fyri U21 landslið í Algeria.

Tað er greitt, eftir at bæði Føroyar og Svøríki taptu sína áttandapartsfinalu í gjár tepurt fyri ávikavist Fraklandi og Týsklandi.

Liðskiparin á føroyska U21 landsliðnum, Helgi Hildarson Hoydal, væntar sær ein harðan dyst móti svium, sum hann tó ætlar sær at vinna.

Dysturin millum Føroyar og Svøríki verður klokkan tvey seinnapartin.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444