U21-HM: Nú byrjar síðsti dansurin

U21-HM: Nú byrjar síðsti dansurin
Føroyska U21-landsliðið í hondbólti fer týsmorgunin undir heimsmeistaraheitini í týska býnum, Magdeburg, har fyrsta mótstøðuliðið verður Angola. Kringvarpið sendir beinleiðis
Elias á Skipagøtu og hinir á U21-landsliðnum byrja HM-kappingin ímóti Angola
Mynd: Bjarni Rubeksen  
 
19.06.2023 - 20:38

Týsmorgunin fer føroyska U21-landsliðið í hondbólti undir heimsmeistaraheitini í Magdeburg í Týsklandi.

Fyrsta mótstøðuliðið hjá Eliasi á Skipagøtu, Hákuni West av Teigum, Paula Jacobsen og hinum á sterka landsliðnum verður afrikanska landið, Angola. 

Dysturin byrjar klokkan 10:00 og Kringvarpið vísir hann beinleiðis í sjónvarpinum. 


Sterkt føroyskt lið ætlar sær víðari

Talan er um síðstu U-landsliðskapping hjá framúr góða 02-hondbóltárganginum. 

Elias á Skipagøtu, sum næsta kappingarár skal spæla fyri týska meistaraliðið, Kiel, hevur kallað kappingina fyri hin síðsta dansin hjá javnaldrunum á liðnum, og í einum bólki sum telir Angola, Japan og Spania, er málið at spæla seg víðari. 

 - Málið er heilt víst at koma víðari. Tað haldi eg, at vit eru ein av favorittunum til, og tað taka vit á okkum, segði Hákun West av Teigum við 3-2 í síðstu viku.

 - Gera vit okkum ómak, fyrireika okkum væl og avgreiða dystirnar í Týsklandi rætt, so skulu vit víðari, segði Mark Lausen-Marker, sum er venjari hjá liðnum saman við Juliani Johansen.

 - Eg haldi ikki, at væntanirnar eru ov høgar, tí tær koma jú av avrikum, men tað verður spennandi at síggja, um vit megna at liva upp til vónirnar, leggur hann afturat.


Eingin Óli Mittún - frá byrjan í hvussu er

Blaðungi IK Sävehof-spælarin, Óli Mittún, sum var við á U20-liðnum til endaspælið fyri einum ári síðan, verður ikki við í Magdeburg frá kappingarbyrjan.

Tað hava venjararnir gjørt av saman við Óla Mittún sjálvum, sum verður við á U19-landsliðnum, sum eisini skal spæla endaspæl í summar.

 - Sjálvandi hevði hann verið ein hjálpandi hond, men eg tori væl at siga, at vit klára okkum uttan, segði Hákun West av Teigum.

 - Vit halda, at hann hevur havt eitt langt kappingarár. Hann hevur spælt seniorhondbólt í Svøríki, hann hevur verið á A-landsliðnum og síðsta summar spældi hann í tveimum endaspølum, greiddi Mark Lausen-Marcher frá.

Kviki úrmælingurin er kortini við á almenna 27 mans-hóplistanum, og sum skilst er ein lítil møguleiki fyri, at Óli Mittún verður innkallaður, um tað eydnast Føroyum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum.

Mánadagin fór føroyska liðið úr Føroyum til Týsklands, og í morgin byrjar kappingin. Hósdagin er Japan á skránni, áðrenn sponsku evropameistararnir eru mótstøðulið fríggjadagin. 

Kringvarpið sendir allar dystirnar hjá Føroyum. Fyrsti dysturin er týsmorgunin kl. 10, leinkja til beinleiðis sjónvarp er her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610