Kannabis hjálpir verri enn so øllum, sum hava pínu

30.07.2017 - 15:46
InnlendisHeilsa
Kannabis hjálpir verri enn so øllum, sum hava pínu
Medisinskt kannabis hevur ikki ta stóru og góðu ávirkanina, sum nógv halda, sigur pínulæknin, Johannes Theodor Høgagarð. Tað hjálpir bara fáum
Kannabis kann hjálpa sjúklingum, og verður tí brúkt sum heilvágur.

Medisinskt kannabis hevur ikki ta stóru og góðu ávirkanina, sum nógv halda, men kann bara  í summum førum nýtast fyri pínu og serliga fyri vambul hjá fólki, ið liggja at doyggja. 

Tað sigur nýggi pínulæknin, Johannes Theodor Høgagarð. 

Hann hevur í nógv ár starvast á bæði Ríkissjúkrahúsinum og á privathospitalinum Hamlet, og hevur nýtt kannabis í viðgerðini. Royndirnar vísa, at tað bara riggar hjá nøkrum fólkum. 

Eingin verið í Føroyum

Bara yvirlæknar kunnu útskriva medisinskt kannabis.

Higartil hevur eingin lækni við sergrein í pínuviðgerð verið í Føroyum, og medisinskt kannabis hevur bara verið latið sklerosusjúklingum við ávísum sjúkueyðkennum.

Heilivágurin verður í ávísum førum latin krabbameinssjúklingum.

Bara dropar

Talan er um kannabisdropar, men tí tær eru ólógligar at nýta í Føroyum.

Í Danmark fer tó at bera til at fáa náttúrligt kannabis sum heilivág frá 2018.

Talan er um royndartíð í fýra ár til ávísar sjúklingar. Føroyskir heilsumyndugleikar mugu taka støðu til, um royndarskipanin eisini skal setast í verk í Føroyum. 

Miðflokkurin spurdi herfyri landsstýriskvinnuna í heilsumálum, um føroyingar sleppa at vera við í donsku royndarskipanini um kannabis.

GG - rættleiðing

 Ein rættleiðing er gjørd í greinini. Vit høvdu skrivað, at bæði kannabisoljur og kannabisplantur eru ólógligar í Føroyum. Men tað er ikki rætt. Tað eru bert kannabisplantur, ið eru ólógligar. Olja er sum oftast í medisinskum kannabisi. Tað er tó ymiskt, hvussu nógv THC er í teimum ymsu sløgunum av medisinskum kannabisi. THC er rúsandi evnið í kannabis.  

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418