Nú er lógligt at roykja og dyrka cannabis í Týsklandi

Nú er lógligt at roykja og dyrka cannabis í Týsklandi
Týska lógarbroytingin, sum ger tað lógligt at hava upp til 50 gramm av cannabis og tríggjar cannabisplantur heima við hús, er komin í gildi í dag
Nú kunnu týskarar lógliga roykja cannabis - men ikki nærhendis skúlum og ítróttahallum
Mynd: Savnsmynd  
 
01.04.2024 - 12:01

Frá í dag at rokna er lógligt hjá fólki í Týsklandi at dyrka og roykja cannabis eins væl og at hava tað uppiá sær.

Hetta samtykti týska tjóðartingið í februar, og í dag er nýggja lógin so komin í gildi.

Nýggja lógin sigur millum annað, at tað er loyvt at hava 50 gramm av cannabis umframt tríggjar cannabisplantur heima við hús, og í almenna rúminum er loyvt at hava upp til 25 gramm av cannabis uppiá sær.

Tað er tó framvegis ólógligt at keypa og selja cannabis, og tað er eisini ólógligt at brúka cannabis, har tað sæst frá skúlum og ítróttahallum.

Endamálið við lógarbroytingini er sambært DR at tálma keyp og sølu av rúsevnum á svarta marknaðinum.

Tað var ein ávís mótstøða móti lógarbroytingini, tá hon var til viðgerðar í februar.

Millum annað varð ført fram, at við hesi lógini verður staturin sjálvur eitt slag av narkohandlara. Týska løgreglan hevur víst á, at tað kann blíva trupult at handhevja lógina, og týska læknafelagið eins væl og barnalæknafelagið siga seg stúra fyri, at nýggja lógin kann føra til økta nýtslu, ikki minst hjá børnum og ungum.

Onnur hava víst á, at kanningar úr londum, sum partvíst hava legaliserað cannabis, ikki hava víst nakra økta nýtslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329