HB basti oddaliðnum

HB basti oddaliðnum
Góði stimin hjá HB heldur fram, tí í dag vunnu teir á meistarunum úr Víkingi. Her eru úrslitini í 17.umfari.
 
06.08.2017 - 17:06

Uppá eina viku hevur HB nú vunnið á báðum oddaliðunum. Fróði Benjaminsen legði annars Víking á odda tíðliga í dystinum í dag, men við málum frá Øssur Dalbúð, Johan Troest Davidsen og Alexander Stankov vann HB annan dystin á rað. 

EB/Streymur gjørdi somuleiðis ein vørr í umfarinum í dag, tá ið teir vunnu 2-1 á KÍ. Miðskeiðis í seinna hálvleiki legði Jóannes Danielsen KÍ á odda, men innan fáar minuttir syrgdi innskifti Arnbjørn Hansen fyri tveimum skjótum málum til EB/Streym, sum sostatt vann dystin 2-1.

07 Vestur vann trý týdningarmikil stig í botnstríðnum, tá ið teir vunnu á Skála við einum máli móti ongum. Ken Fagerberg skjeyt einasta málið í dystinum stutt fyri hálvleik.

NSÍ greiddi sína skyldu á heimavølli, tá ið teir vunnu 4-0 á felagsliðnum úr Suðuroynni, og tað sama gjørdi B36, sum vann 5-2 á ÍF í Gundadali.

 

Úrslitini í 17.umfari gjørdust hesi: 

Víkingur - HB 1-3
1-0 Fróði Benjaminsen 10'
1-1 Øssur Dalbúð 19'
1-2 Johan Troest Davidsen 55'
1-3 Alexander Stankov 83'


EB/Streymur - KÍ 2-1
0-1 Jóannes Danielsen 70'
1-1 Arnbjørn Hansen 77'
2-1 Arnbjørn Hansen 82'


NSÍ - TB/FCS/Royn 4-0
1-0 Pól Jóhannus Justinussen 14'
2-0 Jann Benjaminsen 30'
3-0 Pól Jóhannus Justinussen 44'
4-0 Petur Knudsen 81'

Skála - 07 Vestur 0-1
0-1 Ken Fagerberg 36'


B36 - ÍF 5-2
1-0 Róaldur Jakobsen 36'
2-0 Meinhard Olsen 59'
3-0 Høgni Eysturoy 62'
3-1 Kristoffur Jakobsen 63'
4-1 Patrik Johannesen 70'
5-1 Patrik Johannesen 88'
5-2 Niels Pauli Danielsen 89'

 

Støðan í EFFO-deildini sær nú soleiðis út: 

1 Víkingur 35
2 NSÍ 33
3 32
4 B36 29
5 HB 24
6 EB/Streymur 21
7 TB/FCS/Royn 20
8 Skála 17
9 07 Vestur 14
10 ÍF 6

 

18.umfar er á skránni fríggjakvøldið og leygardagin, og tá eru dystirnir hesir: 

Fríggjakvøldið 11. august: KÍ - Víkingur

Leygardagin 12.augsut:

HB - NSÍ

ÍF - Skála

TB/FCS/Royn - B36

07 Vestur - EB/Streymur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. september
Bolero - Antonin Dvorak.
181370
Sunnudag 29. september
Guðstænasta í Sørvágs kirkju
181367
Leygardag 28. september
Upp á tá - 270924
181358
Leygardag 28. september
Jambalaja - 280924
181352
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. september
Guðstænasta úr Sørvágs kirkju
181366
Fríggjadag 27. september
Veðrið
181326
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Fríggjadag 27. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181280
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172