Fleiri eiga at telva í skúlanum

Fleiri eiga at telva í skúlanum
Átakið at fáa talv inn í skúlan eigur at fevna um alt landið og fleiri floksstig, heldur nevndarlimur í Lærarafelagnum
Undirvísingin í talvi fær góða undirtøku, og ætlanin er at geva lærutilfarið út í bók
 
07.08.2017 - 08:52

- Vit eiga at menna skipanina við talvi í innskúlingini soleiðis, at hon fevnir um alt landið og um fleiri floksstig.

Tað heldur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelag. 

Stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, evnaði í samstarvi við Talvsamband Føroya talvfrálærutilfar til lærarar og næmingar, og næmingar í  1.-3. flokki brúka ein tíma í rokning til talv.

Helgi Dam Ziska fór fyrst í holt við stóru skúlarnar í Tórshavnar kommunu, og nakrir smærri tóku eisini av tilboðnum.

Átakið hevur verið í innskúlingini síðan januar í ár við góðum afturmeldingum, skrivar Skúlablaðið.

Men átakið átti at fevnt um alt landið og um fleiri floksstig, heldur Carl Eli Nolsøe Samuelsen, skrivari og nevndarlimur í Føroya Lærarafelagi. 

Lærubók um talv

Ætlanin er, at tilfarið, sum Helgi Dam Ziska hevur gjørt til lærarar og næmingar, skal gevast út sum lærubók, væntandi um ársskiftið.

Eisini ætlar Helgi Dam Ziska fáa fleiri skúlar við í átakið, skrivar Skúlablaðið. 

Í heyst verður skeið fyri lærarum í talvfrálæru í Eysturoynni. Og Helgi Dam Ziska ætlar eisini at fara út á skúlar at leggja lag á. 

Tað er eingin ivi um, at talv stimbrar bindindi og hugsavningina hjá børnum. Eisini mennir talv kreativar førleikar, so sum at finna upp á, verja seg, hugsa fleiri leikir í senn og hugflogið, skrivar Skúlablaðið.

Í heyst er ætlanin at hava eina stóra talvkapping fyri 3. og 4. flokki í skúlunum, sum hava tikið ímóti tilboðnum frá Helga Dam Ziska  og Talvsambandinum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391