Vinnunevndin til Japan

Vinnunevndin til Japan
Í næsta mánaði fer Vinnunevndin í Løgtinginum til Japan á kunningar- og íblástrarferð.
08.08.2017 - 20:02

Vinnunevndin fer til Japan 2. september og skal vera burtur í eina viku. Orsøkin til, at valið er fallið á Japan, er tí japanski uttanríkisráðharrin, Taro Kano, hevur vitjað í Føroyum áðrenn hann gjørdist ráðharri.

Tingnevndir í Løgtinginum eru vanliga á uttanlandsferðum í mai mánaði ella um mánaðarskiftið august/september. Nevndirnar plaga at skiftast at fara uttanlands, og hesaferð er tað vinnunevndin, ið stendur fyri tørni.

Tað fellur ikki í góða jørð hjá formanninum Bárði á Steig Nielsen. Nógv stór mál eru fyri framman, ikki minst hjá vinnunevndini, sum hevur fiskivinnunýskipanina um hendi í Løgtinginum. Hann kritiserar somuleiðis løgmann, landsstýrið og samgonguna fyri at raðfesta íblástur í Japan hægri enn heimligu stórmálini.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking til Kringvarpið, at samgonguleiðarin og landsstýrið einki hava við løgtingsarbeiðið at gera. Vinnunevndin avger einsamøll, hvat hon tekst við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435