- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjarni Hammer vísir atfinningunum aftur
Bjarni Hammer vísir atfinningunum aftur
Andstøðan ger ikki annað enn at finnast at. Tað sigur Bjarni Hammer, nú formaðurin í Sambandsflokkinum finst at, at vinnunevndin fer til Japan.
Savnsmynd
Tað kann betra um samstarvið í vinnunevndini at fara til Japan
08.08.2017 - 20:03
Formaðurin í vinnunevndini metir, at tað er ein fyrimunur fyri arbeiðið við fiskivinnunýskipanini í vinnunevndini, at nevndin fer at ferðast eina viku í september.
Vinnunevndin fer á íblástrar- og kunningarferð til Japan í eina viku um mánaðarskiftið. Bárður á Steig Nielsen finst at, at nevndin ikki raðfestir heimligu stórmálini, men hesum vísir formaðurin í nevndini, Bjarni Hammer, aftur. Hóast fiskivinnunýskipanin ikki beinleiðis er á skrá á ferðini, so metir Bjarni Hammer, at tosið millum nevndarlimirnar í stóran mun fer at snúgva seg um nýskipanina, og tað kann gerast gott fyri samstarvið í nevndini.
Kringvarpið fekk orðið á Bjarna Hammer seinnapartin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



















