Torført at fáa Rituna at lúka nýggj krøv

10.08.2017 - 13:45
Innlendis›Samfelag
Torført at fáa Rituna at lúka nýggj krøv
Henrik Old, landsstýrismaður, sigur, at høvuðsendamálið við ferjuskráanum í Svínoy er, at oljubilar kunnu fara í oynna, tá tørvur er á tí.

Samferðslumálaráðið er sinnað at kanna, um tað ber til ber at umbyggja Rituna, so hon kann taka fýra bilar.

Men Ritan er lutfalsliga gomul, og tað verður trupult at fáa hana at lúka nýggj krøv, um hon verður umbygd.

Tað sigur Henrik Old, landssstýrismaður í samferðslumálum.

Klaksvíkar býráð hevur skotið upp at umbyggja Rituna, so hon kann taka bilar, nú ferjuskrái verður gjørdur í Svínoy.

Henrik Old sigur, at høvuðsendamálið við ferjuskráanum í Svínoy er, at oljubilar kunnu fara í oynna, tá tørvur er á tí. Og Sam kann nýtast til tað, heldur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241