Heita byggivinnan byggir ikki bústaðir

bannari
Heita byggivinnan byggir ikki bústaðir
Byggifyritøkurnar yvirbjóða hvørja aðra fyri at fáa góða arbeiðsmegi, men tað eru ikki bústaðir, sum verða bygdir
Sverri Hansen, formaður leggur heystfrágreiðingina 2017 hjá Búskaparráðnum fram
Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt  
 
31.08.2017 - 10:51

Hákonjunkturur er í Føroyum, og tekin eru um fløskuhálsar í byggivinnuni. Tað er ein av boðskapunum í nýggju heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum.

Ráðið hevur tosað við størstu byggifyritøkurnar í Føroyum, og tær hava úr at gera.

- Búskaparráðið hevur fingið upplýsingar um stórar lønarglíðingar í seinastuni í byggivinnuni, sum hevur so nógv arbeiði niðurfyri, at byggifyritøkurnar nú í kapping yvirbjóða hvørja aðra fyri at fáa fatur á best skikkaðu arbeiðsmegini.

- Hetta er tekn um fløskuhálsar í byggivinnuni í verandi konjunkturgongd, sigur Búskaparráðið m.a.

Í 2016 vóru 1902 løntakarar í byggivinnuni í Føroyum, sum er næstan sama tal sum í 2007, tá 2137 fólk vunnu sær inntøku í byggivinnuni, og sum var eitt ár við óvanliga nógvum virksemi, beint áðrenn altjóða fíggjarkreppuna.

 

Brádligur fólkavøkstur og bústaðartrot

Tann stóra nettotilflytingin og tann stóri fólkavøksturin, ið verið hevur seinastu árini, og sum knappliga byrjaði í 2014 - fyri at vaksa hvørt ár síðani - og sum hevur økt fólkatalið upp um 50.000 í 2017, hevur vaksið um eftirspurningin eftir bústøðum.

Búskaparráðið skrivar, at vinnuligu bygnaðarbroytingarnar seinastu árini gera, at vaksandi eftirspurningurin eftir bústøðum serliga ger seg galdandi í miðstaðarøkinum. Dátuni benda á, at hesin vøkstur í fólkatalinum (og í nettotilflytingini) hevur ein sermerktan uppgangskonjunktur í Føroyum sum høvuðsorsøk.

- Broytist hesin uppgangskonjunkturur til ein niðurgangskonjunktur, kunnu vit ikki útiloka, at nettotilflytingin broytist til eina nettofráflyting, við tí avleiðing, at fólkatalið í Føroyum aftur minkar, stendur í heystfrágreiðingini.

 

Kommunan ikki lastast

Búskaparráðið sigur, at broytingin hevur borið við sær, at úboðið av bústøðum er vorðin ein so brádligur eftirbátur, at høvuðsstaðarkommunan kanska ikki kann lastast fyri sín passiva leiklut.

Ráðið viðger í frágreiðingini tilflytingina og í tí sambandi útlendingar, sum eru fluttir til Føroya at arbeiða, og sum eisini skulu hava okkurt stað at búgva.

Viðvíkjandi uppihaldsloyvum - og tilhoyrandi arbeiðsloyvum - til útlendskar ríkisborgarar í samband við familjuviðurskifti og familjusamanføringar, eru á leið 400 flutt til Føroya síðani 2011. Talið av tilfluttum útlendskum ríkisborgarum vaks stórliga frá 2014, tá ein serskipan fyri ES-borgarar varð sett í verk, skrivar Búsrkaparráðið og leggur afturat, at talið av verkætlanartreytaðum arbeiðs- og uppihaldsloyvum til útlendskar ríkisborgarar somuleiðis vaks stórliga frá 2014.

- Givið er, at hesar nettotilflytingarnar til Føroya síðan 2014 mugu hava skapt eitt ávíst bráðfeingis trot á bústøðum, serliga tí umskiftið í fólkatalsgongdini er hent so brádliga. Síðani 2014 hevur millum 20 og 40 prosent av nettotilflytingini verið fólk við útlendskum ríkisborgararætti, skrivar ráðið.

- Eyðsýnt er, at størsti parturin av teimum nettotilfluttu síðan 2014 er fólk við føroyskum uppruna, men samstundis hevur ein minni partur – men als ikki ein so lítil partur – verið fólk við útlendskum ríkisborgararrætti, sum eisini hava sín sjálvsagda lut í íbúðartrotinum, stendur í heystfrágreiðingini.

 

Byggja lítið, hóast stóran tørv

Búskaparráðið vísir á eina andsøgn í bústaðarbyggingini í Føroyum.

- Talið av bygdum bústøðum er merkisvert høgt í 2007-2010, ið vóru ár við negativari nettotilflyting, og merkisvert lágt í hákonjunkturinum 2015-2016, ið vóru ár við positivari nettotilflyting.

- Vit kunnu sostatt staðfesta, at tað vegna tilflytingina væntaða íbúðartrotið í miðstaðarøkinum síðan 2014 ikki hevur elvt til nakra stórvegis bygging av nýggjum bústøðum, stendur í frágreiðingini. Ráðið roynir at lýsa hesa andsøgnina soleiðis:

- Fram til 2011 var ein rímiliga neyvur samanhangur millum talið av løntakarum í byggivinnuni og talið av nýbygdum bústøðum. Tá vit koma til 2013, minkar talið av nýbygdum bústøðum, samstundis sum løntakaratalið í byggivinnuni veksur.

- Ein fyrsta møgulig forkláring kann vera, at fleiri hús verða fyri ognarskifti og høvuðsumvæling, heldur enn at bygt verður nýtt.

- Ein onnur møgulig forkláring til hendan óvæntaða ella viðvenda samanhang kann vera stóru almennu og privatu íløgu-verkætlanirnar kring landið síðan 2013, og sum ikki hava verið íløgur í bústaðir.

- Hesar íløguverkætlanir hava upptikið eitt vaksandi tal av handverkarum, bæði føroyskar og útlendskar. Talan er um t.d. íløguverkætlanir hjá Bakkafrost, Varðanum Pelagic, SEV, Glasir og eisini tunnlar, skrivar Búskaparráðið og leggur afturat:

- Stóru tíðarsamanfallandi privatu og almennu íløgurnar síðan 2013 hava trokað burtur bústaðarbygging, og samstundis sum tær hava vaksið um kostnaðarstigið í bústaðarbygging og bústaðarumvælingum.

 

Lesið heystarfrágreiðingina 2017 her

Lesið eisini her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982