Endurskoðað aðalráð komið á politiskt borð

bannari
Endurskoðað aðalráð komið á politiskt borð
Frágreiðingin hjá aðalstjóranum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Herálvi Joensen, um aðalráðið er nú liðug og latin landsstýrismanninum
Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer í sambandi við fíggjarlógina at kanna, um okkurt skal broytast í hansara aðalráði.
 
31.08.2017 - 12:32

Frágreiðingin hjá aðalstjóranum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Herálvi Joensen, um aðalráðið er nú liðug og latin landsstýrismanninum.

Poul Michelsen, landsstýrismaður, sigur, at hann fer nú at kanna, um okkurt í ráðnum skal broytast.

Tað verður gjørt í sambandi við uppskotið um fíggjarlóg fyri 2018.

Tað uppskotið skal vera liðugt um ein mánað. 

Keypmannahavn

Millum annað skal støða takast til sendistovuna ella umboðsstovuna í Danmark.

Einki sendifólk er sett í starvið í Keypmannahavn, síðani Sigmundur Ísfeld gavst har í fjør. 

Hann er tó framvegis virkandi sendimaður í Keypmannahavn, hóast hann er fluttur aftur til Føroya at búgva og arbeiða í Uttanríksráðnum. 

Sigmundur Ísfeld er á sendistovuni í Keypmannahavn eina ferð um mánaðin, sigur Poul Mchelsen.

At vera sendimaður í Keypmannahavn er partur av starvinum hjá Sigmundi Ísfeld í Uttanríkisráðnum.

Føroyska sendistovan í Keypmannahavn er umboðsstova meira enn sendistova, tí hon hevur ikki diplomatiska viðurkenning, sigur Poul Michelsen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120