Lars Olsen hevur stillað liðið

Lars Olsen hevur stillað liðið
Nú er greitt, hvørjir ellivu byrja ímóti Andorra
 
03.09.2017 - 12:35

Føroyska liðið líkist nógv tí, sum spældi ímóti Portugal hóskvøldið. Bara ein broyting er á liðnum.

Fróði Benjaminsen, sum ikki var tøkur til dystin í Porto, kemur inn á miðvøllin fyri Róald Jakobsen.

Tað hevur við sær, at Føroyar aftur hesaferð fara at spæla við trimum miðverjum og vongbakkum.

Liðið:

Gunnar Nielsen Málverji
Atli Gregersen Miðverji
Odmar Færø Miðverji
Rógvi Baldvinsson Miðverji
Jónas T. Næs Høgri vongbakkur
Viljormur Davidsen Vinstri vongbakkur
Fróði Benjaminsen Sentralur miðvøllur
Rene Shaki Joensen Sentralur miðvøllur
Sølvi Vatnhamar Høgri Miðvøllur
Gilli R. Sørensen Vinstri miðvøllur
Jóan Símun Edmundsson Áleypari

Bonkurin:

Teitur M. Gestsson
Símun Rógvi Hansen
Hørður Askham
Ári M. Jónsson
Róaldur Jakobsen
Kaj Leo í Bartalsstovu
Karl Løkin
Eli Falkvard Nielsen
Klæmint A. Olsen
Patrik Johannesen

Dysturin millum Føroyar og Andorra verður á Tórsvølli klokkan 17.00.

Útvarpið byrjar at senda klokkan 15.00 og sjónvarpið byrjar at senda klokkan 16.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120