- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar ímóti Kekkia
Fyrr í ár eydnaðist tað føroyska kvinnulandsliðnum, eftir at hava vunnið á Luksemborg, Montenegro og Turkalandi at spæla seg víðari til HM-undankappingina.
Í kvøld klokkan 19.00 byrjar kappingin. Føroyar spæla ímóti Kekkia.
Kekkia, sum er nummar 36 á heimsstyrkilistanum, verður mett at vera greiður favorittur av veddinarfyritøkunum.
Føroyar eru til samanberingar nummar 69 á FIFA-styrkislistanum.
Men Føroyska liðið hevur nú neyðugu royndirnar, heldur liðskiparin, Rannvá Andreasen
- Vit vita betur, hvat krevst. Nú hava mestsum allir spælararnir royndir frá U-landsliðunum, og umstøðurnar kring landsliðið eru eisini batnaðar munandi síðan seinast vit spældu eina undankapping.
Allir smálutir skulu síta, tí betur fyrireikaðar vit eru, betri gerst møguleikin fyri at fáa góð úrslit, sigur liðskiparin við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Rannvá Andreasen er liðskipari á landsliðnum. (mynd: fsf.fo)
Eyðvør klakstein: Vit hava møguleikan
Eyðvør Klakstein, sum dagliga spælir fyri spanska felagið Mislata, er bjartskygd.
Hetta verður sterk mótstøða, sum vit møta, men eg vænti, at vit hava møguleika at vinna á teimum.
Um tær ikki spæla væl, og vit eru tilreiðar at revsa tær, so kann alt henda, sigur Eyðvør Klakstein við fsf.fo
Eyðvør Klakstein, sum dagliga spælir í Spania, er komin heim at spæla landsdyst. (mynd: fsf.fo)
Kekkia við stórari stjørnu
Tað eru serliga framherjarnir hjá Kekkia, ið føroyska liðið skal ansa væl eftir í kvøld.
182 cm høga Lucie Vonkova hevur í nøkur ár spælt í týsku Bundesliguni, og í summar skrivaði hon sáttmála við FC Bayern Munchen.
Hon er liðskipari hjá Kekkia og verður helst at finna í álopinum saman við Lucie Martinkova úr Sparta Prag. Martinkova hevur skorað 16 mál í 69 landsdystum.
Tað er tó einki at reypa av, tá havt verður í huga, at føroyski liðskiparin, Rannvá Andreasen hevur skorað 27 mál í 54 landsdystum.
Kekkiski áleyparin, Lucie Vonkova, hevur spælt í Bundesliguni síðan 2014. Í ár keypti FC Bayern Munchen hana frá FF USV Jena
Ókeypis atgongd
Føroyar og Kekkia spæla í kvøld klokkan 19.00. Tað er ókeypis atgongd fyri áskoðarum.
Dysturin verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, kvf.fo, og á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, fsf.fo