Arbeiðseftirlitið fer at raðfesta brunaeftirlit

15.09.2017 - 15:34
Innlendis
Arbeiðseftirlitið fer at raðfesta brunaeftirlit
Brunaeftirlit hevur manglað í seinastuni, og sum hendingin á Varðanum Pelagic vísti, so eigur hetta at verða raðfest

Leivur Persson, nýggjur stjóri í Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, sigur, at framyvir verður brunaeftirlit á stórum virkjum raðfest, men uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði er ein grá sona, tí Arbeiðs- og brunaeftirlitið sleppur ikki framat at hava rakstrareftirlit. Hóast rakstrareftirlitið er teirra ábyrgd, so skjótt eitt virkið fer í gongd, er tað ikki tað í hesum føri, tí endaligt nýtsluloyvi og harvið endalig brunagóðkenning er ikki fingin. Virkið koyrir við einum fyribils nýtsluloyvi frá Fulafjarðar Kommunu.


Leivur Persson sigur, at tað plagar vera ein greið tilgongd, har kommunan hevur ábyrgd av eftirlitsvitjanum, meðan eitt virki verður bygt, og síðani skal kommunan tryggja sær, at virkið hevur fylgt byggiloyvunum, tá tað er liðugt bygt, fyri at geva virkinum nýtsluloyvi og brunagóðkenning. Tá tekur arbeiðs- og brunaeftirlitið yvir og hevur rakstrareftirlit, men í hesum føri hevur kommunan tann leiklutin, tí endaliga loyvi er ikki givið. Leivur Persson sigur tað vera merkiligt, tí tað er umvend raðfylgja.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329