Landsliðið verður úttikið í morgin

Landsliðið verður úttikið í morgin
Í morgin verða tey 23 nøvnini á spælarunum almannakunngjørd
 
24.09.2017 - 12:45

Í morgin klokkan tíggju fer Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá monnum, at boða frá, hvørjar 23 mans hann ynskir at hava við í dystunum móti Lettlandi og Ungarn í oktober.

Hetta verður gjørt á tíðindafundi í FSF-húsinum.

Talan er um spennandi dystir, ikki minst tí, at Føroyar hava fingið góð úrslit móti júst hesum londum. Tá Føroyar spældu í móti Ungarn á Tórsvølli fyri einum ári síðani, endaði dysturin við málleysum javnleiki. Og tá Føroyar stutt aftan á spældu í móti Lettlandi á útivølli, vunnu vit 2-0.

Hesaferð spæla Føroyar á heimavølli í móti Lettlandi, tað verður 7. oktober.

Tríggjar dagar seinni tekur Ungarn í móti føroyska landsliðnum í Budapest, tann 10. oktober. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938