Landsliðið er úttikið

Landsliðið er úttikið
Tveir profilar, sum hava verið langtíðarskaddir, eru aftur tøkir at spæla fyri Føroyar.
 
25.09.2017 - 09:56

Føroyska A-landsliðið hevur tveir dystir eftir í HM-undankappingini.

7.oktober spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli. Síðsti dysturin verður í Budapest móti Ungarn 10.oktober.

Trygvi Askham, málverji hjá EB/Streymi, er við í landsliðshópinum fyri fyrstu ferð.

Tveir profilar klárir aftur

Sonni Ragnar Nattestad úr Molde er við aftur í hópinum eftir langtíðarskaða.

Hann hevur spælt dyst fyri eykaliðið hjá Molde, og venjarin hjá honum, Ole Gunnar Solskjær, hevur sagt við Lars Olsen, at hann er klárur at spæla.

Hallur Hansson úr AC Horsens er eisini blivin klárur at spæla fyri Føroyar aftur.

Brandur Olsen, sum dagliga spælir fyri Randers, er framvegis skaddur, og tí er hann ikki úttikin. Hann verður væntandi klárur í desember.

Hópurin telur 23 spælarar. 13 spæla í føroysku kappingini, meðan hinir tíggju spæla í Noregi, Danmark og Íslandi.

Hópurin:

Gunnar Nielsen FH Hafnafjørður
Teitur M. Gestsson HB
Trygvi Askham EB/Streymur
Jón T. Næs ÍBV
Viljormur Davidsen Vejle
Atli Gregersen Víkingur
Odmar Færø B36
Ári M. Jónsson HB
Rógvi Baldvinsson Bryne BK
Johan Troest Davidsen HB
Sonni Ragnar Nattestad Molde FK
Pól Johannus Justinussen NSÍ
Kaj Leo í Bartalsstovu ÍBV
Gilli R. Sørensen SK Brann
Rene Shaki Joensen Grindavik
Fróði Benjaminsen Víkingur
Sølvi Vatnhamar Víkingur
Karl Løkin NSÍ
Róaldur Jakobsen B36
Hallur Hansson AC Horsens 
Klæmint A. Olsen NSÍ
Patrik Johannesen B36
Jóan Símun Edmundsson OB

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491