Brúkaraumboð:lýsing um vátar buksur er lógarbrot

Brúkaraumboð:lýsing um vátar buksur er lógarbrot
HDYGD er ikki samd. men hevur kortini tikið lýsing um vindeygu aftur, tí Brúkaraumboðið sigur, hon er lógarbrot
Brúk er fyri nógvum vindeygum, tí nógv verður bygt (tilvildarlig mynd),
 
05.10.2017 - 09:15

Tað er lógarbrot at klikkja niðurá kappingarneytar í lýsingum.

Tað hevur HDYGD, sum ger millum annað vindeygu, fingið at vita frá Brúkaraumboðnum.

Klagað er um lýsingina hjá HDYGD, har ein maður sæst við vátum bletti á buksunum, tí hann hevur pissað í buksurnar. 

Í lýsingini verður víst til blettin og sagt, at so nógv spardi persónurin, tí hann keypti bíligastu vindeygu og ikki vindeygu frá HDYGD.

Slík lýsing er brot á lógina um marknaðarføring.

Fór ikki út um mark

Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið, tí lýsingin er tikin aftur.  

HDYGD heldur tó ikki, at lýsingin fór út um mark.

Men fyritøkan avgjørdi kortini at taka hana aftur við teirri grundgeving, at onnur eygu kanska kunnu halda lýsingina fara út um mark.

Brúkaraumboðið sigur, at fólk kunnu fáa ta fatan, at bara HDYGD ger vindeygu, sum eru nóg góð til føroyska marknaðin.

Og tað er ósømiligt og niðrandi at vísa ein mann, sum hevur pissað í buks, tí hann keypti vindeygu frá øðrum enn HDYGD.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809