Tingfólk larma ov nógv

bannari
05.10.2017 - 15:07
InnlendisPolitikkur
Tingfólk larma ov nógv
Tað halda 10. floks næmingar úr Vágum, sum vóru í tinginum til 1. viðgerð av fíggjarlógini í gjár.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Óluva, Herborg, Valdemar og Julian (ikki á mynd) vóru við til fyrstu viðger av fíggjarlógini

Vanligur fólkaskikkur er at lurta, tá ið onkur heldur røðu. Men soleiðis er ikki, tá ið talað verður av Føroya tignarligasta røðarapalli - tann í løgtinginum.

Tað halda tey fýra Óluva, Herborg, Valdemar og Julian, úr 10. flokki úr Vágum, sum vóru til fíggjarlógarviðgerðina í løgtinginum fyrrapartin í gjár.

Lítið skil í løgtinginum

"Man ímyndar sær, at tað er eitt sindur meira professionelt" sigur eini næmingurin millum annað um støðuna í tingsalinum. Ein annar helt tað vera lítið av skili í, og at har var nógvur ófriður í salinum, tí fólk tosaðu so nógv. 

Næmingarnir sótu aftast í salinum, og tað gjørdi, at tað var ringt at fylgja við, hvat varð sagt á røðarapallinum, tí onnur tosaðu inni í salinum samstundis. 

Harafturat søgdu tey, at tey hildu seg vera friðarligari í skúlanum, enn politikarir eru í tingsalinum, og at tað kundi tykjast sum manglandi respekt millum tingfólkini. 

Ungdómstingið friðarligari enn løgtingið

Páll á Reynatúgvu, tingformaður, heldur, at tað er vert at taka til eftirtektar, at tað vanliga hevur verið friðarligari hjá ungdómstinginum enn hjá løgtinginum.

Samstundis greiðir Páll á Reynatúgvu frá, at nógv annað var á skránni hendan dagin enn formliga orðaskiftið, og at hetta kanska er ein av orsøkunum til, at tað hjá gestum kann tykjast rokaligt í tingsalinum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979