ICES ávaringin strandaði hjá aðalstjóranum

ICES ávaringin strandaði hjá aðalstjóranum
Ávaringin frá ICES um tilmælið um ógvusligan niðurskurð í makrelkvotuni strandaði í telduni hjá Elini Mortensen, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, tann 19. september
20.10.2025 - 19:29

Fyrrapartin fríggjadagin tann 19. september klokkan 9.01 kom hesin telduposturin frá ICES inn í postkassan hjá trimum starvsfólkum í Fiskimálaráðnum. Talan var um eina ávaring um, at ICES fór at mæla til stóran niðurskurð í heildarkvotuni fyri makrel í 2026. Nakað, sum hevur stóra ávirkan á inntøkurnar hjá føroyska samfelagnum.

Góðar 50 minuttir seinni, klokkan 9.53, sendir Ulla Svarrer Wang, sum er ráðgevi á Fiskivinnustovuni í Fiskimálaráðnum, teldupostin víðari til Elina Mortensen, aðalstjóra. Hon skrivar TK, sum helst merkir "til kunnleika". Annað sigur hon ikki um hendan teldupostin.

Í telefonnotati frá rættleiðingarsamrøðuni millum løgmann og Jóhan Christiansen fríggjadagin, skrivar løgmaður: Landsstýrismaðurin upplýsti, at Fiskimálaráðið ikki hevði kunnað hann um skrivið frá ICES dagfest 19. september 2025.

Skjalayvirlitið hjá Fiskimálaráðnum váttar, at telduposturin strandaði í postkassanum hjá Elini Mortensen, aðalstjóra, sum ikki sendi hann víðari. Hon vil ikki viðmerkja málið í dag, og vil tí ikki siga, um hon hevur kunnað landsstýrismannin á annan hátt.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, stendur tó fast við rættleiðingina, ið hann gav Jóhan Christiansen, landsstýrismanni, fríggjadagin.

- Tað er ábyrgdin hjá landsstýrismanninum at bera so í bandi, at hann fær allar neyðugar upplýsingar, sum eru viðkomandi, sigur løgmaður við Kringvarpið í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576