Fýra broytingar á landsliðnum

Fýra broytingar á landsliðnum
Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur gjørt broytingar á liðnum til dystin móti Ungarn
 
10.10.2017 - 12:34

Hvørki Sonni Ragnar Nattestad ella Hallur Hansson vera í byrjanaruppstillingini móti Ungarn í kvøld.

Róaldur Jakobsen og Viljomur Davidsen eru heldur ikki við frá byrjan.

Teir, ið loysa teir av, eru Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, Rene Shaki Joensen og Ári Mohr Jónsson.

Tað hevur við sær, at Lars Olsen fer aftur til at spæla við trimum miðverjum, sum Føroyar gjørdu móti Portugal og Andorra.

Liðið:

Gunnar Nielsen Málverji
Atli Gregersen Miðverji
Odmar Færø Miðverji
Rógvi Baldvinsson Miðverji
Ári Mohr Jónsson Vinstri bakkur
Jónas T. Næs Høgri Bakkur
Fróði Benjaminsen Sentralur miðvøllur
Rene Shaki Joensen Sentralur miðvøllur
Gill R. Sørensen Vinstri vongur
Sølvi Vatnhamar Høgri vongur
Jóan Símun Edmundsson Framherji

Beinleiðis í sjónvarpinum

Dysturin millum Ungarn og Føroyar byrjar klokkan 19.45. Sjónvarpið sendir beinleiðis. Vit byrja aftaná Dag og viku.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025