Taka upp nýggjan útvarpsleik

Taka upp nýggjan útvarpsleik
"Mynd í ódnarveðri" eitur nýggi útvarpsleikurin, sum verður tikin upp í hesum døgum. Súsanna Tórgarð hevur skrivað leikin, sum vann leikritakapping
17.10.2017 - 20:58

Síðani 2002 hevur útvarpið hjá Kringvarpið Føroya ikki gjørt ein einasta útvarpsleik fyri vaksin. Tá Kringvarpið so fylti 60 ár varð avrátt, at hetta skuldi broytast og leikritakapping varð útskrivað. Súsanna Tórgarð vann hesa kapping og nú verður leikritið gjørt til útvarpsleik.

"Mynd í ódnarveðri" verður at hoyra í heyst.

Páll Danielsen er leikstjóri, Hans Tórgarð, Jákup Dahl og Lív Højsted Horsdal eru leikarar. Jón McBirnie hevur gjørt ljóðmyndina.

Jens Jákup Hansen og Rólant Waag Dam gjørdu innslagið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808