Rektarin á Glasi fríkendur

20.10.2017 - 08:11
InnlendisSamfelag
Rektarin á Glasi fríkendur
Sjey lærarar í Hoydølum fingu ikki viðhald í klaguni ímóti honum

Rektarin á Glasi, Bogi Bech Jensen, hevur ikki gjørt nakað skeivt juridiskt, og tí ger Mentamálaráðið ikki meir við kæruna sum sjey lærarar í Hoydølum sendu Mentamálaráðnum í summar.

Talan var um 11 klagur sum lærararnir sendu Mentamálaráðnum.

Nógv kann gerast betri

- Nú hava vit fingið nakað av input frá hesi kæruni, sum man má taka í størsta álvara. Tá ið fólk velja at kæra heilt til landsstýriskvinnuna, so er tað nakað, sum er álvarsamt og nakað, sum man má lurta eftir. Sjálvt um eg ikki havi gjørt nakað juridiskt skeivt, so er hetta sjálvandi indikatiónir uppá, at her er nógv, sum kann betrast. Soleiðis sigur Bogi Bech Jensen.

Mentamálaráðið vísir á, at øll 11 klagupunktini á onkran hátt nerta við samskiftið, og rektarin eigur tí at gera sær stóran ómak at samskifta væl, virðiliga og opið við starvsfólk á øllum trimum deildunum á Glasi, og tað ætlar Bogi Bech Jensen at betra um.

Bygnaðartrupulleikar

Mentamálaráðið sigur seg skilja á klaguni, at tilgongdin at leggja tríggjar fyrrverandi skúlar saman til Glasir, er ørkymlandi fyri summi av starvsfólkunum, og at talan er um eina trupla samanlegging.

Mentamálaráðið slær kortini fast, at avgerðin um at skipa skúlarnar í ein felags skúla er politisk, og at rektarin hevur fingið ábyrgdina av at standa á odda fyri at gera ein nýggjan bygnað.

Nógv av tí sum klagað verður um, liggur innanfyri galdandi leiðslurætt, sum heimilar leiðaranum at leiða og býta arbeiðið og uppgávurnar millum starvsfólkini, og samstundis at hava eftirlit við starvsfólkunum.

Bara klagur úr Hoydølum

Tað eru bara lærarar úr Hoydølum sum kærdu rektaran, ikki lærararnir á Tekniska Skúla ella á Handilsskúlanum. Hví so er, veit Bogi Bech Jensen ikki.

Mentamálaráðið sigur, at rektarin hevur eina stóra avbjóðing at samansjóða skúlarnar, men fer at fylgja væl við tilgongdini, og eggjar øllum pørtum til at samstarva.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. august
Morgunlestur leygardagur 31. august 2024
179487
Fríggjadag 30. august
Vikuskiftið 30 august 2024
179942
Fríggjadag 30. august
Breddin: Vakmyndatól og kvinnufráflyting
179919
Fríggjadag 30. august
Morgunlestur fríggjadagur 30. august 2024
179482
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179948
Fríggjadag 30. august
Veðrið
179943
Hósdag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179895
Týsdag 27. august
Olaf & trappan - teknmálstulkað
150041
Týsdag 27. august
Veðrið - teknmálstulkað
179740