Høgni er gerandishetja

Høgni er gerandishetja
Høgni Kunoy Dávason er kosin gerandishetja. Tað hendi á Fólkaheilsuráðstevnu í Norðurlandahúsinum
20.10.2017 - 19:43

Undir heitinum hetjur í gerandisdegnum hevur Fólkaheilsuráðstevna verið.

Gerandis hetjur eru vanlig fólk, sum gera mun á ymsan hátt í gerandisdegnum.

Og ráðstevnan endaði við, at ársins fólkaheilsuvirðisløn var latin gerandishetjuni, Høgna Kunoy Dávason. 

Dómsnevndin fekk 23 uppskot inn. Pápi Høgna tók ímóti heiðrinum, tí Høgni Kunoy Dávason er til kapping í Danmark. 

Drongurin við svarta beltinum

Vit komu at kenna Høgna Kunoy Dávason í sendingini, Drongurin við svarta beltinum.

Høgni hevur lívshættisligu sjúkuna cystiska fibrose, og tí tekur 11 ára gamli drongurin fleiri enn 160 tablettir um dagin.

Men tað er eitt heilt serligt seiggj í Høgna.

Venur fleiri enn 100

Hóast sín unga aldur stovnaði Høgni sítt egna taekwondofelag.

Nú venur hann yvir 100 børn, ung og vaksin.

Høgni hevur verið ofta undir skurði, men hann venur dagliga hart fyri at halda lungakapasitetin uppi. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334