Nú skal ferðavinnan í Suðuroy mennast

22.10.2017 - 17:08
Innlendis›Vinna
Nú skal ferðavinnan í Suðuroy mennast
Tvøroyar kommuna og Hvalbiar kommuna eru farnar at samstarva um menna ferðavinnuna í norðaru helvt av Suðuroynni.

Ingibørg Berg, sum er fyrrverandi kommunustjóri í Havn, og Theresa Turidardóttir Kreutzmann, sum er stjóri í Visit Tórshavn, skulu standa fyri verkætlanini næstu 15 mánaðirnar.

Óteljandi ótroyttir møguleikar

Theresa Turidardóttir Kreutzmann heldur, at í Suðuroy eru óteljandi møguleikar at menna ferðavinnuna.

- Tað ber til at røkka fleiri málbólkum. Eg haldi ikki, at nakað stað í Føroyum er meira søguligt enn Suðuroy. Vit vita, at ferðafólk, sum bera brek, halda Suðuroynna verða vælegnaða til ferðavinnu, og har eru fleiri høg fjøll og dalar til tey, sum eru meira aktiv, vísir hon á.

Hon sigur, at í fyrsta umfari fara tær báðar at royna at fáa fleiri føroyingar at ferðast í Suðuroy.

650 túsund krónur eru settar av til arbeiðið.

Vit ætlaðu at spyrja borgarstjóran á Tvøroyri, Kristin Michelsen, um hesa verkætlanina - og um ætlanin er at fáa allar kommunurnar í Suðuroynni upp í samstarvið, men hann hevur onga viðmerking.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423