Kundi verið ein afturat á familjumyndini

Kundi verið ein afturat á familjumyndini
Føroyar eru tað einasta landið í Norðurlondum, sum ikki loyvir fríari fosturtøku. Men millum 20-30 kvinnur um árið fáa framt fosturtøku
24.10.2017 - 09:39
Kjakið um fosturtøku hevur enn eina ferð tikið seg upp. Aðru megin gjónna standa mótstandarar av fríari fosturtøku og rópa um rættin til lív. Hinu megin standa tey, ið vilja verja kvinnuna og rópa um hennara rætt til at ráða yvir egnum kroppi. Á báðum síðunum sterkar meiningar, og partarnir tykjast ikki at kunna koma til eina semju. Men er myndin so svørt og hvít?  Røddin gevur tær í dag innlit í tankarnar hjá einari kvinnu, sum kendi seg noydda at taka burtur tað fostrið, sum vaks inni í henni. 
 
Journalist: Katrin Joensen-Næs 
 

Sjeikurin var blivin harðligur

 

 

Tað byrjaði í tí smáa. Eitt ljótt orð. Eitt í so harðligt skump. Áðrenn hon visti av tí, stóð hon í einum fullmentum harðligum parlagi. Hann dragsaði hana gjøgnum alla íbúðina. Rópti ófantalig ting eftir henni. Sparkaði hana. Hon hevði bara vant seg við at dekka tey bláu merkini til við make-up.

 

 

Vár er 21 ára gomul, tá hon noyðist at sannkenna, at hon er í einum harðligum parlagi. Hon og sjeikurin hava tveir synir saman. Annar er trý ár, og hin er hálvanannan mánað.

 

 

- Hann brúkti bara orðið pápi sum eitt heiti, hann kundi vísa fram. Hann reypaði altíð um synirnar hjá okkum. Uttanifrá tyktiskt hann sum verðins besti pápi. Men hann gjørdi ongantíð sítt fyri at liva upp til ábyrgdina, sigur Vár.

 

 

Vár og sjeikurin fóru frá hvørjum øðrum. Men stutt aftaná fann hon útav, at hon var uppá vegin.

 

 

- Eg var komin 8 vikur. Eg visti ikki, hvat eg skuldi gera.

 

 

Vár var flutt í kjallaran hjá beiggja sínum við báðum synunum. Hon var illa fyri sálarliga.

 

 

- Hann helt ongantíð avtalur. Hann avlýsti altíð í síðstu løtu. Syninir høvdu gjørt seg klárar og gleddu seg at síggja pápa sín. So ringdi telefonin. Og eg visti, at eg aftur í dag mátti skuffa teir og siga: ”pápi má tíverri avlýsa í dag”.

 

Vár mátti siga við fyrrverandi sjeikin, at hon var við barn. Hann bað hana fara til helvitis og fáa abort.

 

EINGIN RØTT AVGERÐ

 

Vár var hundrað prosent ímóti abort, áðrenn hon sjálv endaði í truplu støðuni. Vár kundi ikki tosa við mammu sína, tí hon var ógvuliga nógv ímóti abort.

 

 

- Hon heldur ikki eingongd, at neyðtøka er ein nóg góð grund.

 

 

Hetta gjørdi, at tað var øgiliga einsamalt at taka avgerðina.

 

 

- Fyrsti tankin hjá mær var, at eg vildi hava barnið. Men eg var so illa fyri sálarliga, at eg var bangin fyri, at eg ikki fór at klára at geva barninum ordiligar umstøður. Eg var akkurát sloppin frá sjeikinum. Eg vildi sleppa í skúla og fáa eina góða útbúgving, so eg kundi bjóða teimum báðum børnum, sum eg longu hevði, nakað ordiligt. Eg var bangin fyri, at eg fór at knekka undir pressinum og síðani missa øll trý børnini. Eg mátti velja teir syninar, eg longu hevði, framum.

 

 

- Tá ið eg tók avgerðina, var eg einsamøll heima. Eg græt so illa. Eg var ræðuliga bangin fyri at angra tað. Men samstundis var eg ræðslusligin fyri at fáa barnið og ikki klára at taka mær av tí.

 

 

- Tað er lætt hjá teimum, sum ikki sjálvi standi í støðuni, at siga: ”tvætl í teg, tú skalt bara...”.

 

Har er eingin manual. Eingin røtt ella skeiv avgerð. Har vóru fyrimunir og vansar, óansæð hvat eg gjørdi. Og meðan man skal taka avgerðina, veksur barnið í búkinum.

 

 

FØLDI, AT LÆKNIN HEVÐI OKKURT ÍMÓTI SÆR

 

 

Vár fór fyrst til sín komunulækna og bað um at fáa abort. Síðani varð hon sent til gynekolog, har hon varð skannað.

 

 

- Tá ið eg var hjá læknanum, føldist tað sum um, at hann hevði okkurt ímóti mær. Tað var ræðuliga óbehagiligt. Eg hevði faktiskt væntað, at eg fór at fáa eitt nei. Men eg fekk eitt ja.

 

 

Abortin fór fram undir fullari narkosu, og fostrið varð skavað út.

 

 

- Eftir viðgerðina bløddi eg í nakrar vikur. Akkurát sum eftir einari vanligari føðing. Hesar vikurnar verður man alla somlu tíðina mintur á, hvat er hent. So kemur ivin. "Gjørdi eg nú rætt?"

 

 

HUGSAR OFTA UM TAÐ

 

 

1 ár er liðið, síðani Vár fekk abort, men hon hugsar enn ofta um tað. Hvørja ferð eg hyggi at einari familjumynd av mær og mínum børnum, hugsi eg: ”Har kundi verið ein afturat”.

 

Besta vinkonan hjá Vár hevði termin tveir dagar eftir, at Vár var sett at eiga. Børnini høvdu verið javngomul. "Eg samanlíkni ofta við sonin hjá henni. Um vit eru boðin í barnaføðingardag hjá henni, so hugsi eg: ”Ná, í dag hevði mín verið eitt ár”.

 

 

- Hon veit ikki av tí. Eg vil ikki taka gleðina frá henni. So eg má halda tær kenslurnar fyri meg sjálva.

 

 

Gentan í greini eitur ikki veruliga Vár. Hon hevur ynskt at vera dulnevnd.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.