RNP skipanin er stuðul til SAS

26.10.2017 - 12:16
Innlendis
RNP skipanin er stuðul til SAS
Nýggja RNP innflúgvingarskipanin, sum Vága Floghavn ætlar at seta í verk, er ein beinleiðis stuðul til SAS og kappingaravlagandi, heldur Atlantsflog

Nýggja RNP ”Required Navigational Performance" innflúgvingarskipanin, sum Vága Floghavn ætlar at seta í verk, er ein beinleiðis stuðul til SAS, og ætlanin er eisini kappingaravlagandi. Tað heldur Jóhanna á Bergi stjóri í Atlantic Airways. 

RNP  er ein innflúgvingarskipan, sum riggar á tann hátt, at eitt tól verður lagt inn í flogførini, sum kann taka ímóti sattelitsignalum, frá einari softwareskipan við ymsum innflúgvingarrutum, sum hjálpir flogfarinum at flúgva bestu leiðina á flogvøllin - millum annað í ringum sýni. 

Vága Floghavn hevur boðað frá, at RNP-skipanin verður almenn, so øll flogfeløg sum flúgva til Føroyar kunnu nýta hana. Men Jóhanna á Bergi vísur á, at góðkenningartilgongdin at nýta skipanina er so drúgv, at øll flogfør fáa ikki gagn av skipanini, og tí er talan um eina beinleiðis stuðul til SAS. SAS hevur tøknina at nýta skipanina í sínum nýggja airbus flogfari, og flogfelagið hevur havt verri reglusemi enn Atlantic Airways, síðani SAS bynrjaði at flúgva til Føroyar fyrr í ár.

Altantic Airways rindaði sjálvt fyri sína egnu RNP-skipan, sum felagið tók í nýtslu í 2012. Jóhanna á Bergi vísur á, at Atlantsflog samanlagt hevur nýtt 30 milliónir uppá skipanina. Tí heldur felagið, at tað er kappingaravlagandi, at Vága Floghavn nú fer at rinda fyri somu skipan til onnur flogfør. Ætlanin er at Vága Floghavn skal rinda einar tríggjar milliónir fyri softwareið, og at SAS skal rinda fyri tøknina, sum skal leggjast í flogførini. Men Jóhanna á Bergi heldur, at SAS átti sjálvt at rinda fyri sína skipan, so treytirnar fyri flogfeløgini vóru javnar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444