Partafelag tikið aftur úr Skiftirættinum

Partafelag tikið aftur úr Skiftirættinum
Skrásetingin bað Skiftirættin strika P/f Seta, men felagið er tikið haðani aftur
P/f Seta eigur garnaskipið Anitu, sum ikki hevur nakað føroyskt fiskiloyvi.
 
27.10.2017 - 07:01

Partafelagið Seta, sum eigur garnakipið Anitu, er tikið úr Skiftirættinum, sum fekk tað frá Skráseting Føroya til tvingilsavtøku síðst í august.

Skrásetingin fekk í gjár eina fráboðan um, at P/f Seta heldur fram, og Skiftirætturin hevur ikki longur ábyrgd av felagnum.

Skrásetingin fekk at vita, at viðtøkurnar hjá felagnum eru broyttar fyri einum mánað síðani.

Felagið eitur nú Seta aftur og ikki "Seta undir tvingsilsavtøku".

Nýggj nevnd

Í nevndini eru Jónas Sigmarsson í Havn, hann er eisini stjóri í felagnum, Anton Sigmarsson í Hoyvík og Angel Pego Vidal í Spania, sum er nevndarformaður.

Angel Pego Vidal var eisini í felagnum, áðrenn tað varð umskipað.

Partapeningurin hjá Seta er tvær milliónir og 275.000 kr.  

Endamálið hjá felagnum er at eiga og reka fiskiskip, fiskasølu, smiðjuvirksemi og annað yrki í sambandi við hetta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423