Ráðgevi hjá Trump játtar seg sekan

Ráðgevi hjá Trump játtar seg sekan
Fyrrverandi uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Donald Trump, forseta, George Papadopoulos, hevur játtað seg sekan í at hava logið fyri FBI
 
31.10.2017 - 10:39

Nógv rumbul er um Donald Trump og fyrrverandi ráðgevar hansara. Ein fyrrverandi ráðgevi er saman við starvsfelaga ákærdur fyri skattasvik og ráðagerð, og nú hevur fyrrverandi uttanríkispolitiski ráðgevin hjá amerikanska forsetanum játta seg sekan í at hava logið fyri samveldisløgregluni, FBI. 

Hetta upplýsir serligi ákærin, Robert Mueller, sum kannar málið um russisku uppíleggingina í amerikanska forsetavalstríðið í fjør.

Paul Manafort, sum eitt skifti stóð á odda fyri valstríðnum hjá Donald Trump, og ein felagi hansara, Rick Gates, eru settir í húsavarðhald. Teir eru m.a. skuldsettir fyri skattasvik og ráðagerð móti USA.

Báðir nokta seg sekar.

SÍ EISINI: Ráðgevi hjá Trump ákærdur fyri svik

Bæði Paul Manafort og Rick Gates góvu seg upp til samveldisløgregluna, og einum rættarfundi í Washington í gjár vórðu teir settir í húsavarðhald.

Teir kunnu tó verða latnir leysir móti veðhaldi.

Hevði samband við russiskan professara

Papadopoulos viðgekk 5. oktober, at hann hevði logið um tilknýtið til ein professara, ið hevði samband við Russland.

Í mars í fjør fekk Papadopoulos frænir av, at professarin hevði neiligar upplýsingar um demokratiska valevnið, Hillary Clinton, sum Papadopoulos kundi brúka til frama fyri Donald Trump.

George Papadopoulos varð avhoyrdur í januar í ár, og hann varð tikin í summar. 

Síðani gjørdi hann eftir øllum døma eina avtalu við FBI, helst fyri at fáa linari revsing. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985