Hans Pauil Samuelsen aftur í EB/Streymi

Hans Pauil Samuelsen aftur í EB/Streymi
Hans Pauli Samuelsen hevur skrivað undir sáttmála við EB/Streym
 
14.11.2017 - 21:54

EB/Streymur boðar í kvøld frá, at Hans Pauli Samuelsen er komin aftur til barndómsfelagið.

Tað er eingin ivi um, at hetta er ein styrkur fyri felagið, tí hetta er ein spælari, ið er vanur at vinna.

Hans Pauli Samuelsen fór úr EB/Streymi til B36 í 2015, har hann bleiv føroyameistari.

Síðani gekk leiðin til Víking, har hann bleiv føroyameistari í 2016 og 2017.

Hans Pauli Samuelsen taldist eisini millum týdningarmiklastu spælararnar, tá EB/Streymur bleiv føroyameistari í 2008 og 2012.

Álopssinnaði miðvallarin spældi sín fyrsta dyst fyri EB/Streym sum 17 ára gamal afturi í 2002. Hann er í dag 33 ára gamal.

Sáttmálin millum EB/Streym og Hans Paula Samuelsen er galdandi í eitt ár.

Hams Pauli Samuelsen bleiv føroyameistari við Víkingi í 2016 og 2017

Steyp, sum Hans Pauli Samuelen hevur vunnið:

2017 Føroyameistari Víkingur
2016 Føroyameistari Víkingur
2015 Føroyameistari B36
2012 Føroyameistari EB/Streymur
2011 Steypavinnari EB/Streymur
2010 Steypavinnari EB/Streymur
2008 Føroyameistari EB/Streymur
2008 Steypavinnari EB/Streymur
2007 Steypavinnari EB/Streymur


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781