Miðflokkurin vil samráðast um samgongu

Miðflokkurin vil samráðast um samgongu
Miðflokkurin er sinnaður at tosa meir við samgonguna um at skipa eina nýggja samgongu. Ta avgerðina tók floksstjórnin á fundi í gjár
 
21.11.2017 - 09:21

Bill Justinussen, tingmaður hjá Miðflokkinum sigur í morgun, at Jenis av Rana, floksformaður í gjárkvøldið boðaði Akseli V. Johannesen, løgmanni, frá avgerðini, og nú bíðar Miðflokkurin eftir fundarboðum frá løgmanni, sigur hann.

Partarnir tosaðu saman leygarkvøldið, og í gjár umrøddi Miðflokkurin støðuna.

Eftir fundin leygarkvøldið, legði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, dent á, at talan verður um nýggja samgongu, ikki víðkan av verandi samgongu.

18 punkt í samgonguskjali

Miðflokkurin hevur latið løgmanni 18 punkt, sum flokkurin vil hava við í eitt nýtt samgonguskjal.

Hesi punkt siga millum annað, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari.

Miðflokkurin vil eisini hava eina fólkaatkvøðu næsta ár um broytingarnar, sum eru framdar í hjúnarbandslógini.

Og Miðflokkurin ynskir, at skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana.

Afturat hesum vil Miðflokkurin hava ein landsstýrissess og nevndarsess. Og sunnunáttina setti Miðflokkurin fram ynski um ein skattalætta til lág- og miðallønt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373