Fiska kongafisk næsta ár, hóast ICES mælir frá

Fiska kongafisk næsta ár, hóast ICES mælir frá
NEAFC hevur havt ársfund í London. Eingin samtykt um, hvussu uppsjóvarfiskurin skal býtast millum londini
Vakur er hann ikki, búrfiskurin, men hann hevur góðan prís. ES royndi at steðga millum annað føroyska fiskiskapinum, men tað eydnaðist ikki.
 
21.11.2017 - 12:28

Hóast ICES mælir frá at fiska kongafisk í Irmingarhavinum, hava londini í NEAFC ásett kvotu fyri næsta ár. 

Hon er 6.500 tons. Føroyar eiga 438 tons.

Londini í NEAFC hava seinastu nógvu árini verið ósamd um kongafiskin í Irmingarhavinum. 

Serliga Russland vil sleppa at halda fram at fiska og hevur ásett sær kvotu øll árini. 

Russland mótmælti, at fiskiskapurin steðgar, soleiðis sum Ísland mælti til, men ikki fekk undirtøku fyri.

NEAFC hevði ársfund í London í síðstu viku.

Eingin býtislykil

Í 2015 samtykti NEAFC at seta arbeiðsbólkar at orða felags leiðreglur fyri strandarlandasamráðingar og, hvussu londini býta uppsjóvarfisk. 

Álítini vórðu løgd fram í síðstu viku. Ársfundurin samtykti felags leiðreglurnar fyri strandarlandasamráðingar.

Men staðfest varð eisini, at eingin niðurstøða er um, hvussu londini býta uppsjóvarfiskin millum sín.

Tann arbeiðsbólkurin heldur tí fram til ársfundin næsta ár.

Búrfiskur eisini næsta ár

Føroyar hava seinastu nógvu árini fiskað nakað av búrfiski í altjóða sjógvi.

Føroyar løgdu eins og undanfarin ár fram uppskot um at loyva hesi veiðu. 

Men ES kom við uppskoti um at banna fiskiskapinum.

Hvørki uppskotið vann frama.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968