Harry skal giftast

Harry skal giftast
33 ára gamli Harry prinsur skal giftast við 36 ára gomlu amerikansku sjónleikarkvinnuni, Meghan Markle, skrivar Reuters
Mynd: NTB Scanpix  
 
27.11.2017 - 10:45

Kongaligt brúdleyp verður í Bretlandi næsta ár, tá Harry prinsur skal giftast við sjónleikaraunnusti hansara, Meghan Markle.

Harry prinsur er tann fimti í røðini til bretsku trónuna.

Kongshúsið upplýsir, at Harry og Meghan Markle vórðu trulovað fyrr í hesum mánaðinum, og prinsurin bað foreldrini hjá Meghan Markle um at sleppa at giftast við dóttrini, áðrenn hann bar upp bønarorð.

Meghan Markle hevur verið gift áður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442