Magni Laksáfoss: Brúk er fyri breiðari semju

Magni Laksáfoss: Brúk er fyri breiðari semju
Magni Laksáfoss hevði í gjár møguleikan at jarða fiskivinnunýskipanina og harvið helst eisini samgonguna, men tók ikki av
- Veruleikin er tann, at tað er ikki soleiðis, at samgongan hevur eitt samfelag at arbeiða fyri, meðan andstøðan hevur eitt annað samfelag. Vit eru øll vald inn á hetta høga ting at arbeiða fyri tí sama samfelagnum
 
09.12.2017 - 09:57

Magni Laksáfoss, sum er næstformaður í Sambandsflokkinum, legði nakrar minuttir aftaná atkvøðugreiðsluna, sína frágreiðing av støðuni út á facebookvangan hjá Sambandsflokkinum. 

Hann skrivar m.a. 

"Tað er mín innarliga sannføring, at vit sum fólkavaldir politikarar hava eina stóra og tungtvigandi skyldu, at taka fulla ábyrgd av samfelagnum yvirfyri herbúgvandi fólkinum, komandi ættarliðum og vinnuni í landinum.Vit kunnu ikki loyva okkum at renna undan hesi ábyrgd, men eiga við fullum huga at smoyggja upp ermar og fara til verka fyri at skapa tað best møguliga samfelagið fyri okkum øll, sum búgva á hesum brimbardu klettum. Ongantíð er hetta meiri neyðugt enn nú, vit sita og viðgera sjálvt lívsgrundarlagið undir samfelagnum, fiskivinnuna. Hon hevur verið okkara álit í farnum árum, og hon fer at vera tað mong ár fram í tíðina.

Her eiga vit meiri enn nakrantíð, at stremba eftir at finna felags stev og breiðar semjur, sum skapa vinnuni tryggar og burðardyggar karmar at virka undir.

Partapolitiskt kegl og runublakarí eiga ikki at fáa rúmd í viðgerðini av hesum stórmáli, tí til tess er fiskivinnan og sjófólkið, sum virkar á havinum, alt ov týdningarmikið."

 

Breiða semjan 

Magni Laksáfoss tók upprunaliga undir við at gera semju millum samgonguni og Sambandsflokkinum, men undirtøka var ikki fyri hesi semju í flokkinum. Magni Laksáfoss nertir við samráðingartilgongdina í skrivi sínum. 

"Ymiskar loysnir hava verið á borðinum. Sjálvur havi eg verið við í arbeiðinum í Sambandsflokkinum at gera eina nýskipan av fiskivinnuni. Sambandsflokkurin hevur sjálvsagt eina serliga ábyrgd fyri at virka fyri at skapa eina loysn, tí tað var jú Sambandsflokkurin og landsstýrismaðurin hjá flokkinum, Bjørn Kalsø, sum søgdu gomlu skipanina upp.

Eftirfylgjandi sat eg eisini við samráðingarborðið, tá Sambandsflokkurin og samgongan samráddust fyri at finna eina semju um fiskivinnunýskipanina. Samráðingarnar gingu væl, og Sambandsflokkurin fekk mest sum øll síni ynskir við í semjuna, meðan samgongan fekk síni prinsippir staðfest í semjuni. Hetta var, eftir mínum tykki, ein góð semja, har partarnir høvdu virðing fyri hvørjum øðrum og strembaðu eftir at finna eina politiska javnvág, sum kundi tæna vinnuni og samfelagnum best møguligt."  skrivar Magni Laksáfoss 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Fríggjadag 19. juni
HM-poddurin: Fyrsta vikan
209929
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804