Sambandsflokkurin mælir til skattalætta

Sambandsflokkurin mælir til skattalætta
Formaðurin í Sambandsflokkinum hevur lagt uppskot fyri tingið um at geva øllum skattaborgarum ein skattalætta
Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum
 
16.12.2017 - 14:00

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva øllum skattaborgarum ein skattalætta við at hækka botnfrádráttin í lands- og kommunuskattinum við 2.500 krónum. 

Uppskotsstillarin sigur, at hetta hevur umleið somu ávirkan hjá lønmóttakarum, sum ætlanin við at loyva frádrátti av limagjaldi til yrkisfeløg.

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur eisini, at uppskotið tryggjar, at vit halda fast við verandi bruttoskattaskipan, ið allir flokkar á Løgtingi hava hildið fast við síðani 90-ini.

- At vit í dag hava eina sera einfalda og effektiva skattainnkrevjing er nakað, fleiri av okkara grannalondum ynskja sær, sigur Bárður á Steig Nielsen í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234