Pedagogar trektir í løn

20.12.2017 - 12:10
InnlendisSamfelag
Pedagogar trektir í løn
Lønin fyri desember er júst útgoldin, og har eru dagarnir, meðan verkfall og verkbann hevur verið, mótroknaðir, hóast kommunan lovaði vanliga løn

Ert tú pedagogur og ert í verkfalli ella ert verkbannað, so verður pengakassin slunkin um jólini. Lønin fyri desember er júst útgoldin, og har eru dagarnir, meðan verkfall og verkbann hevur verið, mótroknaðir. Tað merkir, at ein pedagogur, sum er verkbannaður, einans fær 13/31 partar av lønini í dag.

Marita Bech, námsfrøðingur í dagstovninum Lítlaskógi, hevur fingið løn í dag: 

- Eg havi fingið 9.000 krónur sirka frá, at eg plagi at fáa 23.000 sirka - tað er runt roknað, sigur Marita Bech og leggur afturat, at hon er øgiliga skuffað av Tórshavnar Kommunu.

12. des. skrivar Tórshavnar Kommuna á intranetinum, at mánaðarlønin hjá námsfrøðingum fyri desember verður goldin sum vanligt, men dagin eftir kúvendir kommunan. Hoyr innslagið og samrøðu við Maritu omanfyri. 

Trekt í løn

Sáttmálatrætan millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin merkist nú ítøkiliga á lønarkonto'ini hjá teimum, sum antin eru í verkfalli ella send til hús, tí arbeiðsgevararnir hava lýst verkbann.

14. desember, sama dagin sum verkbann varð lýst fyri allar námsfrøðingar á øllum dagstovnum kring landið, sendi Kommunala Arbeiðsgevarafelagið út eina vegleiðing til kommunurnar um, hvussu lønin fyri desember skal avroknast.

Sambært vegleiðingini skal lønin hjá starvsfólki, sum er í arbeiðssteðgi - verkfalli ella verkbanni - verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðssteðgurin stendur við.

Nú lønin fyri desember er útgoldin, fáa varaleiðarar og leiðarar løn fyri 11 av teimum 31 døgunum í desember. 11.desember var seinasti arbeiðsdagurin, áðrenn hesi fóru í verkfall.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið svaraði skjótt aftur og lýsti arbeiðssteðg fyri allar námsfrøðingar á dagstovnunum at koma í gildi hósmorgunin 14.desember. Hesir námsfrøðingar hava í dag fingið løn - tey fáa løn fyri 13 av teimum 31 døgunum í desember.

Mótroknað í januar

Flestu kommunur kring landið hava valt at fylgja vegleiðingini frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, og tí fáa starvsfólkini bara løn fyri ávíkavist 11 og 13 dagar.

Tó velja summar kommunur at gjalda út lønina fyri desember eins og vanligt. Tað vil siga, at fólk fáa sína vanligu mánaðarløn, og verða so mótroknað í lønini fyri januar.

Ein av kommunum, ið rindar námsfrøðingum fulla mánaðarløn fyri desember, er Vága Kommuna. Tað váttar Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri. Hon hevur tó ongar viðmerkingar til, hví kommunan gongur ímóti vegleiðingini frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Pedagogfelagið rindar ikki løn

Pedagogfelagið megnar í løtuni ikki at rinda sínum limum løn. Í fráboðan á heimasíðuni skrivar felagið, at tey fáa ikki uppgjørt endaligu fíggjarligu avleiðingarnar av verkfallinum og verkbanninum, fyrr enn tað er endað.

Víðari sigur felagið seg hava skilt, at summir limir eru trektir í løn. Tí bjóðar felagið limunum eina jólagávu - eitt gávukort á kr 1000 frá einum matvøruhandli hjá Føroya Keypsamtøku.

Treytin fyri at fáa hesa gávu er, at limirnir kunnu vísa á, at tey eru trekt í løn fyri desembur mánaða. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV