Bretland skal standa á egnum beinum í 2020

Bretland skal standa á egnum beinum í 2020
Bretland skal standa á egnum beinum í seinasta lagi 31. desember í 2020. Tað eru boðini frá ES-nevndini til Michel Barnier, samráðingarleiðara
 
26.12.2017 - 11:18

Fyrsta stigið í samráðingunum snúði seg um pengar, rættindini hjá borgarunum og markið ímillum Írland og Norðurírland.

Næsta stigið í samráðingunum fer at snúgva seg um framtíðina. Og har kann Bretland fáa loyvi at vera við í innara marknaðinum og í tollsamgonguni til seinast í 2020, eftir at Bretland er farið úr ES tann 29. mars í 2019.

Michel Barnier sigur, at 31. desember er ein hóskandi dagur, tí tá endar langtíðarfíggjarætlanin sum Bretland var við til at gera.

Lógir, sum ES hevur samtykt, vera framvegis galdandi

Talan verður kortini ikki um nakað sjálvtøkuborð, tí allar reglur og lógir sum ES hevur samtykt, skulu framvegis virka, og verða nýggjar lógir samtyktar, so skulu bretar eisini fylgja teimum.

Roknað verður við, at evroparáðharrarnir í teimum 27 ES londunum fara at samtykkja hvussu Bretland skal fara úr ES á toppfundi 29. januar, og á toppfundi í mars, er ætlanin at stjórnarleiðararnir í ES londunum skulu seta reglurnar fyri, hvussu samstarvið ímillum ES opg Bretland skal vera í framtíðini. Ikki minst tá talan er um fríhandilsavtaluna sum bretar vilja hava.

- Bretar skulu venja seg við tankan um brexit, og tí sleppur Bretland ikki at ávirka nakað í ES, hóast tað fara at ganga eini trý ár, til skilnaðurin verður veruleiki, sigur samráðingarleiðarin hjá ES, Michel Barnier.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069