Eingin sáttmáli: fiskimarkið stongt á midnátt

Eingin sáttmáli: fiskimarkið stongt á midnátt
Íslendski fiskimálaráðharrin sigur, at føroyingar krevja meira, men skulu lata okkurt afturfyri
Kristján Þór Júlíusson, íslendskur fiskimálaráðharri, var í Føroyum fyrr í desember. Men samráðingarnar við við Høgna Hoydal, landssyrisstýrimann, góvu ikki úrslit.
 
31.12.2017 - 09:54

Á midnátt verður fiskimarkið millum Føroyar og Ísland stongt. 

Tá sleppa føroysk skip ikki at fiska í íslendskum sjógvi og íslendsk skip ikki at fiska hjá okkum.

Orsøkin er, at eingin sáttmáli er gjørdur um rættindi at fiska næsta ár. 

Kristján Þór Júlíusson, íslendski fiskimálaráðharrin, sigur, at tá føroyingar ikki vilja loyva íslendskum skipum at fiska í føroyskum sjógvi, sleppa føroysk skip heldur ikki í íslendskan sjógv. Tað er náttúrligt, sigur hann við íslendska kringvarpið. 
Eingin fiskiskapur er loyvdur, meðan samráðingar eru millum londini. 

Føroyingar krevja

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, segði við Útvarpið fyrr í vikuni, at hann vil einki upplýsa um samráðingarnar, tí tær eru í trúnaði.

Kristján Þór Júlíusson er meira opinskáraður. 

Hann sigur við RUV, at eingin sáttmáli er komin, tí føroyingar vilja hava meira botnfisk í íslendskum sjógvi, kvotan er nú 5.600 tons, og teir vilja hava minni avmarking á lodnuni, sum fer til matna.

Tað vilja íslendingar gjarna tosa um, men so verður okkurt kravt afturfyri, um Ísland skal geva Føroyum betri sømdir.

Eingin svartkjaftur

Samráðingarnar millum Føroyar og Ísland halda fram í nýggja árinum. Dagurin er ikki ásettur enn.

Tað kemur illa við hjá íslendskum skipum ikki at sleppa í føroyskan sjógv eftir uppsjóvarfiski, tí tey høvdu góðan svartkjaftafiskiskap her beint fyri jól. 

Íslendingar hava eisini kunnað fiskað norðhavssild undir Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896