- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matstova fyri øll
Leif Sørensen fer í næstum saman við tveimum øðrum undir at hava matstovuvirksemi í Skeiva Pakkhúsi í Havn. Heitið er "Skeipa", sum er eitt orðaspæl av "skeiva". Tað er ikki vist, júst nær matstovan fera at lata upp, men Leif Vónar, at tað fer at verða fyrst í marts í ár. "Hetta er ikki fine dining", letur Leif meg vita, "hetta er fyri øll, og flestu pengapungar kunnu vera við", leggur hann afturat. Spurdur um, hvørt hann fer at leggja seg eftir tí, hann er mest kendur fyri - nevniliga at granska í føroyskum mati og finna nýggjar mátar at hagreiða føroyska rávøru - svarar Leif, at tað ikki liggur fremst í huga í hesum førinum. "Koks, Ræst og fleiri gera tað, og eg fari tí ikki at gera tað sama sum tey. Endamálið við júst hesari matstovuni er, at man skal hugna sær og hava tað gott, tá man fer út at eta - men tó so havi eg onkran dreym, sum eg fyri fyrst haldi fyri meg sjálvan", sigur Leif. Hoyr alla samrøðuna, sum varð send í Vikuskifti 5 januar 2018, her
Sí eisini