Eik leiðsla í rættin

bannari
Eik leiðsla í rættin
Talan verður um eitt drúgvt sakarmál. Fíggjarligt Støðufesti krevur 150 milliónir krónur
 
15.01.2018 - 07:29

Stóra sakarmálið hjá Fíggjarligum støðufesti móti oddamonnunum í gamla Eik banka byrjar í dag. Eitt heilt ár er sett av til sakarmálið, sum verður í Føroya rætti. Fíggjarligt støðufesti stevnir eftir 150 milliónum krónum.

Teir saksøktu fara at krevja frídøming. Hesa vikuna verða rættarfundir mánadag, týsdag og mikudag. 130 dagar eru settir av í 2018, og nakrir dagar í 2019 eru eisini settir av, um brúk verður fyri teimum.

30 dagar settir av

Sakarmálið er so stórt og umfatandi, at bara til dokumentasjónina, tað er tá advokatarnir leggja fram skjølini, sum teir vilja hava rættin at sýna ans, eru settir av 30 dagar.

Fíggjarligt støðufesti stevndi fyri skjótt fimm árum síðani Frithleifi Olsen, nevndarformanni, Odd Bjellvåg, næstformanni, Marneri Jacobsen, forstjóra, Bjarna Olsen, stjóra, Hans Laksá, grannskoðara og grannskoðarafelagnum NOTA.

Í minsta lagi 140 vitni skula avhoyrast. Rætturin hevur sett av 20 tímar, fimm rættardagar, til at avhoyra Marner Jacobsen og Hans Laksá og 12 tímar til hvønn av hinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
Morgunlestur hósdagur 15.januar 2026
202444
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Róin - spælimaðurin við heimsins enda
202545
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554