ALS rinda eftirlønargjald frá 2019

ALS rinda eftirlønargjald frá 2019
Fer at kosta stovninum fleiri milliónir kr um árið, alt eftir arbeiðsloysinum
 
16.01.2018 - 08:01
Frá 1. januar skal ALS rinda eftirløn av arbeiðsloysisstuðulinum. ALS skal rinda 5 prosent fyrsta árið, og so skal eftirlønin hækka upp í 12 prosent í 2026. Tað kemur fram í hoyringsskrivi sum ALS hevur sent til uppskotini um pensjónsnýskipan. Tað fer at hava við sær, at útgjaldið úr ALS fer at hækka munandi komandi árini. ALS vírir í hoyringsskrivinum á, at sum miðalútgjaldingarnar hava verið seinastu 10 árini, so hevði ALS rindað millum 8 og 19 milliónir kr um árið í eftirløn. Arbeiðsloysisskipanin hevur eina uppgerð í hoyringsskrivinum, sum vísir, at stovnurin hevði havt goldið frá millum 3-4 milliónir kr og upp í 35 til 40 milliónir kr í eftirlønargjaldið um árið, alt eftir hvussu stórt arbeiðsloysið er. Árini frá 2010 til 2012 hevði útgjaldið verið hægst, tí tá var arbeiðsloysið størst, stendur í hoyringsskrivinum frá ALS til pensjónsnýskipanina.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Fríggjadag 20. mars
RagnarRokk: Morean um Bach Out of Bounds
205911
Fríggjadag 20. mars
Morgunlestur fríggjadagur 20.mars 2026
205768
Hósdag 19. mars
RagnarRokk 19.mars
204937
Hósdag 19. mars
RagnarRokk: Robin McAuley um Paralyzed
204938
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918
Hósdag 19. mars
Tinggáttin
205900
Hósdag 19. mars
Veðrið
205895
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875