Blóðreyð kurstøl eisini í Evropa

Blóðreyð kurstøl eisini í Evropa
Fjálturin á partabrævamarknaðunum í USA og Asia í seinastuni hevur breitt seg til Europa, og týdningarmikil partabrøv hjá m.a. AP Møller eru follin
 
06.02.2018 - 12:13

Fjálturin á partabrævamarknaðunum í USA og Asia í seinastuni hevur breitt seg til Europa, og á danska marknaðinum vóru týdningarmiklu partabrøvini hjá m.a. Novo Nordisk og AP Møller reyð, tá marknaðurin lat upp í morgun. Tað sama á Olso Børs. Og partabrævakursirnir hjá m.a. Bakkafrosti og Bank Nordik eru eisini reyðir í dag.

Negativa gongdin byrjaði fríggjadagin í USA, har tøl vístu, at lønirnar vaksa meira, enn marknaðurin bríggjar seg um. Grundin er, at hetta bendir á, at amerikanski miðbankin fer at hækka rentuna, og tað er ikki gott fyri  tey, sum seta pengar í partabrøv.

Donsk partabrøv follin

Taka vit Danmark, so eru 25 tey mest týðandi donsku partabrøvini fallin við meira enn átta prosentum síðani november, men sambært Jacob Ussing, sum er vinnulívskorrespondentur hjá Danmarks Radio, so eiga fólk at sissa seg.

- Vit hava havt átta ár við stórum kursvøkstri, so tað er kanska ikki so løgið, at tað gongur eitt sindur hinvegin, sigur hann við DR.

Kursirnir rapaðu heilt nógv á Wall Street í gjár, og sambært Bloomberg News er tað tekin um, at tað var sokallaður automatiskur robott-handil, sum elvdi til fallið.

- Eingin sum helst grund er til so stórt fall, sigur Henrik Drusebjerg við Børsen. Hann er leiðandi strategur í Carnegie Investment Bank.

- Eg haldi, at dramatikkurin, sum vit sóu í gjár, kom av sera stuttskygdum handils-strategium, sum er sereyðkenni fyri sonevndan robott-handil. Talan er um algoritmur, sum automatiskt fara at selja, tá forskjótingar henda á marknaðinum, sigur hann við Børsen. 

Íleggjarar stúra fyri, at hægri renta ger partabrøvini minni freistandi, og tí verða pengarnir í størri mun settir í lánsbrøv, sum eru tað sama sum obligatiónir, tí har vænta íleggjarar sær størri vinning, skrivar Børsen. 

Ein globalur marknaður

Páll Oddur Rubeksen, leiðari í íløgudeildini á Bank Nordik, vitjaði útvarpsstovuna á middegi fyri at greiða nærri frá støðuni á amerikanska marknaðinum.

Hann sigur, at tað er ein álvarslig støða, tá partabrøvini fella við fimm prosentum uppá ein dag, men at búskapurin framvegis er sunnir. 

- Tað sum man sær nú, er at ein stórur partur av pengunum, sum er í partabrøvum beint nú, flýggjar frá partabrøvum yvir í lánsbrøv. Og tað, sum man so sær, er, at búskapurin er sunnir og fyritøkurnar eru sunnar, so har er einki galið, sigur hann. 

Onga ávirkan um tú ikki eigur partabrøv

Partabrævamarknaðurin er øgiliga samansettur, og tá ein ótti er í USA, ávirkar hetta sostatt eisini okkum, sigur Páll Oddur Rubeksen. Men fólk, ið ikki hava keypt partabrøv, men kanska sita við einum húsaláni, noyðast ikki at stúra.

Situr tú eitt nú við einum húsaláni, hevur hetta onga ávirkan í løtuni sigur hann. Hetta er tí, at evropeiski búskapurin er nøkur ár aftanfyri tann amerikanska.

- Vit kunnu vænta, at so skjótt evropeiski meginbankin fer at seta rentuna og gevast við obligatiónskeypinum, sum teir gera nú, tá kunnu vit rokna við, at rentan so spakuliga fer at koyrast upp.  Tá kunnu hesi fólkini við húsaláni byrja at umhugsa at læsa rentuna, sigur hann og leggur afturat, at hetta tó ikki er støðan í løtuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376