Fleiri íbúðir

bannari
Fleiri íbúðir
Tórshavnar Kommuna vil hava lutfalsliga fleiri íbúðir í mun til sethús í sínum bústaðarútboði
 
10.02.2018 - 09:50

Sambært eini ætlan, sum Kommunan hevur arbeitt við, skal bústaðarsamansetingin broytast. 20 prosent av bústøðunum í Havn skulu vera íbúðir, 20 prosent skulu vera tví- og raðhús og 60 Prosent skulu vera sethús áðrenn 2030.

Í dag telja sethúsini 72 prosent, tví- ella raðhús 17 prosent og íbúðir 11 prosent.

Í nýggja kjakuppritinum um bústaðarpolitikk, sum býráðið sendi út til almenna hoyring fyrr í vikuni, stendur, at kommunan hevur íbúðar-undirskot - serliga er tað leiguíbúðir sum mangla. Hinvegin hevur kommunan sethúsa-yvirskot.

Sostatt er ein partur av bústaðarpolitikkinum hjá Tórshavnar Kommunu at broyta lutfallið millum sethús og íbúðir. 

Ætlanin at broyta bústaðarsamansetingina í Tórshavnar Kommunu byggir millum annað á tøl frá Hagstovuni, sum siga, at støddin á húskjum í kommununi eru minkandi.

Í dag er húskistøddin í nýggjastu bústaðarøkjunum 3,4 fólk í miðal, meðan støddin á húskjum í miðbýnum er 2,7 fólk í miðal. 

Miðal støddin á húskjum í allari kommununi er trý fólk, men hetta talið væntast at minka niður í 2,7 fólk í 2030, vísir ein framskriving, sum danska ráðgevarafyritøkan Rambøll hevur gjørt fyri kommununa.

Tórshavnar Kommuna hevur eisini gjørt spurnarkanningar um, hvussu borgararnir ynskja at búgva. Tey flestu vilja búgva í sethúsum, men meir enn ein fjórðingur vil búgva í leigubústaði, vísir kanningin, sum Lóður hevur gjørt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763