Politiski viljin manglar

15.02.2018 - 12:57
Innlendis›Politikkur
Politiski viljin manglar
Tað heldur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna, nú fíggjarnevndin roynir at draga málið út hjá henni um fakfelagsgjaldið.

Tað er einki til hindurs fyri at finna pengarnar sum skulu til, fyri at fólk kunnu draga gjaldið til fakfelagið frá í skatti.

Tað einasta sum manglar er politiski viljin til at fáa pengarnar til vega, heldur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna. 

- Eg havi gjørt eina avtalu við samgonguna umvegis løgmann um hatta uppskotið, og eg gangi út frá, at samgongan ætlar sær at halda tær avtalur, tey hava gjørt. Eg havi hildið mínar avtalur, sigur Sonja Jógvansdóttir í viðmerking til forkvinnuna í fíggjarnevndini, Ruth Vang, sum í gjár ikki sá stórvegis framgongd í málinum um fakfelagsgjaldið. 

Í gjár segði forkvinnan í fíggjarnevndini, at eingin loysn var her og nú. 

Avtalur skulu haldast

Sonja Jógvansdóttir heldur ikki at stórvegis trupulleikar eru at finna neyðuga peningin, so uppskotið kann samtykkjast. Eitt nú nevnir hon, at uppskotið kann fíggjast við einum millióningaskatti.

Sonja heldur fast um avtaluna, sum hon hevur gjørt, og heldur ikki at uppskotið hevur annað enn alt gott við sær. Hóast útlitini fyri uppskotinum ikki eru av teimum bestu, so vil Sonja Jógvansdóttir ikki hótta meir, tí avtalan er greið, og avtalur skulu haldast, sigur hon. 

Hoyr samrøðuna við Sonju Jógvansdóttir omanfyri. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329