Ólóglig útblaking í Danmark

Ólóglig útblaking í Danmark
Danskir fiskimenn blaka eini 10% av toskinum útaftur. Landingarskylda varð sett í gildi av ES fyri trimum árum síðani, og tí vekja tíðindi afturljóð
 
19.02.2018 - 11:05

Danskir fiskimenn blaka eini 10 prosent av toskinum, sum teir fáa í Eystursjónum, útaftur.

Tað vísir ein uppgerð, sum Tekniska Universiteti í Danmark hevur gjørt fyri tíðindadeildina hjá Danmarks Radio. Uppgerðin er grundað á skipað eftirlit av fiskiskapinum, har granskarar m.a. hava verið við umborð.

Uppgerðin vísir, at 1300 tons av toski úr Eystursjónum vórðu blakað út aftur í 2016, og at eisini fleiri onnur fiskasløg fara fyri skeyti ólógliga á sama hátt. Talan er um smáfisk, sum skipini annars ikki fáa eins góðan prís fyri sum fyri tann stóra toskin.

Ólóglig útblaking í tí dulda

Landingarskylda varð sett í gildi av ES fyri trimum árum síðani, og tí vekja tíðindini um útblaking afturljóð.

- Á øllum túrunum, har vit hava verið við, blaka fiskimenn enn fiskasløg út, sum eru fevnd av landingarskylduni, so tann lóggávan verður í øllum førum ikki hildin, sigur Jørgen Dalskov, sum er leiðandi fiskivinnukonsulentur á DTU við Danmarks Radio.

Ólógliga útblakingin fer fram í tí dulda, tí hóast øll fiskifør skulu boða Fiskivinnustýrinum frá, hvussu nógv tey blaka út, so vísir innlit, at skipini bara hava uppgivið 14 tons av útblakaðum toski, hóast veruliga talið sambært uppgerðini hjá DTU liggur um 1300 tons.

Karen Ellemann, fiskimálaráðharri undrast stórliga á júst hetta.

- Eg haldi avgjørt ikki, at útblaking er í lagi. Og tí haldi eg, at felags ES-reglurnar eru sera góðar, sigur hon við DR.

Hon finst at fiskimonnunum fyri at lata seg freista, tí teir blaka smáfiskin út, so teir ikki brúka sína kvotu til hann, eftirsum smátoskurin ikki kann seljast fyri góðan prís sum matfiskur. 

- Hetta skal steðgast, sigur Karen Elleman, fiskimálaráðharri við Danmarks Radio.

Neyðugt við tilvenjing

Í Danmarkar Fiskimannafelagi viðurkenna tey, at skeivar uppgerðir kunnu koma fyri, men Svend-Erik Andersen, formaður vísir á, at elektroniska skipanin, sum skal brúkast til uppgerðina, ikki virkar nóg væl.

- Eg haldi ikki, at snýtt verður við uppgerðunum. Neyðugt er við tilvenjing, og tað haldi eg, at fólk skulu hava virðing fyri, sigur formaðurin.

Men lógin skal haldast, sigur ráðharrin.

- Vit kunnu ikki bara lata sum einki. Tað er ikki í lagi, og tí eru hesar reglurnar gjørdar, sigur Karen Ellemann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098