Yvirtikna Familjufyrisitingin verður í Havn

Yvirtikna Familjufyrisitingin verður í Havn
Familjumálini verða yvirtikin á ólavsøku
Løgtingið samtykti í fjør við bara 16 atkvøðum at yvirtaka familjumálini.
 
21.02.2018 - 07:16

Familjufyrisitingin hjá landsstýrinum verður í Havn.

Tað sigur Turið Arge, aðalstjóri í Heilsu- og Innlendismálaráðnum.

Hon vil tó ikki siga enn, hvar umsitingin verður. Hon verður tó ikki har, sum Heilsu- og Innlendismálaráðið húsast.  

Á ólavsøku í ár verður málsøkið persónsrættur, húsfólkarættur og arvarættur yvirtikið.

Familjumálini, sum Ríkisumboðið umsitur nú, verða flutt til landið og skipað undir Familjufyrisitingini. 

Starvsfólkini hjá Ríkisumboðnum, eini átta ársverk, fylgja við í yvirtøkuni.

Stjórin á Familjufyrisitingin, sum nú verður søkt eftir, avger, um brúk er fyri fleiri starvsfólkum enn teimum, sum koma frá Ríkisumboðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961