Serbi og ukraini til 07 Vestur

Serbi og ukraini til 07 Vestur
07 Vestur hevur í dag styrkt seg við tveimum útlendskum spælarum
Mynd: 07vestur.fo  
 
04.03.2018 - 20:32

07 Vestur vil hava fótafesti í bestu deildini, og í dag hava teir skrivað tveir sáttmálar, sum fara at styrkja um hópin.

Annar er 26 ára gamli verjuspælarin,Nikola Krcmarevic, úr Serbia, sum hevur umboðað svenska felagið Syrianska, sum er í næstbestu svensku kappingini.

Hann hevur eisini roynt seg í bestu deildunum í Rumenia og Serbia, umframt at hann hevur spælt í næstbestu kappingini í Grikkalandi.

07 Vestur skrivar á heimasíðuni, at Nikola Krcmarevic eisini kann spæla á verjukenda miðvøllinum.

Miðvallari úr Ukraina

Hin spælarin er álopssinnaði miðvallarin úr Ukraina, Kyrylo Silich.

Kyrylo Silich hevur áður spælt í Estlandi, Lettlandi og Litava. 

Hópurin hjá 07 Vestur telur nú fimm útlendingar. Hinir eru Ken Fagerberg úr Svøríki, Ndende úr og Ivan Stojkovic úr Serbia.

Ndende og Ivan Stojkovic hava tó spælt so leingi í føroyskum fótbólti, at teir telja ikki við í útlendingakvotuni.

07 Vestur endaði í fjør á níggjunda plássi í Effodeildini.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162