Magnus spældi í Dansiorkestrinum í Tórshøll

09.03.2018 - 18:23
Lívsstílur
Magnus spældi í Dansiorkestrinum í Tórshøll
87 ára gamli havnarmaðurin greiðir frá tónleikalívinum seinast í 40'unum
Magnus Jacobsen við klaverið heima í stovuni Undir Kerjum í Havn
Mynd: Leivur Thomsen  

Frá hann var 12 ára gamal gekk Magnus Jacobsen til klaver hjá Rigmor Restorff Rasmussen. Tað førdi so til, at tann 26 ár eldri Erling Isholm fimm ár seinni bað tann tá 17 ára gamla Magnus verða við í Dansiorkestrinum í Tórshøll. Dansiorkestrið varð "húsorkestur" í Tórshøll í 4 og eitt hálvt ár, t.v.s. bólkurin spældi har fast tvey kvøld um vikuna, og repertoirið fevndi um vals, two-step, tango, rhumba o.s.fr. Hoyr 87 ára gamla tónleikaran, tann einasta, sum livir eftir av manningini í Dansiorkstrinum, greiða frá um gamlar dagar. Hann er sera fyrikomandi maður og ikki bleikur fyri at tríva í onkran slagara frá gomlum døgum á klaverið - ella rættari "flyglið" - sum prýðir stovuna í hugnaliga heiminum uppi undir Kerjum í Havn

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Mánadag 15. desember
Við Tórði á jólatúri
201550
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552
Mánadag 15. desember
Vigdís 3:4 - teknmálstulkað
201549