- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj varskógvaraskipan send til hoyringar

Ein varskógvaraskipan fyri almenna geiran hjá landinum er nú send til hoyringar.
Fíggjarmálaráðið sigur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at endamálið er at tryggja greiðar reglur fyri alment sett starvsfólk í sambandi við fráboðanir um óreglusemi o.a. í fyrisitingini. Fólk, sum hava okkurt óregluligt at boða frá, kunnu gera tað navngivið ella ónavngivið
Av tí at varskógvaraskipanin skal taka ímóti fráboðanum um óreglusemi í almennari fyrisiting, metir landsstýrið, at tað skal vera landsstýrisfólkið í fíggjarmálum, sum varðar av henni.
Tó skal skipanin sjálv umsitast av Landsgrannskoðanini, sum eisini skal hava eina-atgongd til upplýsingarnar, sum varskógvað verður um, stendur í viðmerkingunum til uppskotið, sum nú er sent til hoyringar.
Tjóðveldi hevði uppskot um varskógvaraskipan, tá flokkurin var í andstøðu í 2014. Men tað uppskotið fall í løgtinginum.
Varskógvaraskipanir eru kendar frá øðrum geirum. Tildømis hava peningastovnarnir eina skipan, har starvsfólk annaðhvørt kunnu boða frá illgruna um óreglusemi beinleiðis til Fíggjareftirlitið ella til ein innanhýsis regluvørð, sum so skal handfara fráboðanina eftir nærri reglum. Bankafólk kunnu boða frá dulnevnt.
Og uttanlands seta alsamt fleiri fyritøkur og stovnar í verk varskógvaraskipanir, eins og fleiri lond - eitt nú Noreg - hava sett í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá tí almenna.
Til ber at lesa uppskotið á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum á fmr.fo.



























