Eingin breið pensjónssemja

bannari
21.03.2018 - 12:24
InnlendisPolitikkur
Eingin breið pensjónssemja
Breið, politisk semja fæst neyvan um pensjónsnýskipanina. Tað tykist greitt, nú nýskipanin er á veg úr aftur nevnd
Hanna Jensen, Eyðgunn Samulsen, Kristina Háfoss og Jógvan Skorheim, tá pensjónsnýskipanin varð løgd fram.
Mynd: Almannaráðið  

Tey vóru 18, sum stóðu aftanfyri ta pensjónsnýskipan, sum varð løgd fram á tíðindafundi í Almannamálaráðnum 3. november í fjør. Og alt bendir á, at tað verða teir tríggir samgonguflokkarnir og Sjálvstýri, sum eisini bera pensjónsnýskipanina gjøgnum løgtingið.

Tað ásannar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú tey fimm lógaruppskotini, ið eru grundarlagið undir pensjónsnýskipanini, eru áveg úr aftur Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, har tey hava ligið síðstu tveir mánaðirnar.

Grundupphæddin skal ikki rørast

Sambært forkvinnunum í báðum nevndum - Ruth Vang úr Framsókn og Katrin Kallsberg úr Tjóðveldi - fara nevndirnar at skriva álit og bera lógaruppskotini innaftur í løgtingssalin, nú fyrsta dagin. 

Tættastur eini semju við samgonguni tykist vera Sambandsflokkurin. Men flokkurin er avgjørdur - grundupphæddin í fólkapensjónini skal ikki rørast. Grundupphæddin er blivin ein kardinalspurningur - avgerandi fyri, um Bárður Nielsen tekur undir við samlaðu pensjónsnýskipanini.

Mugu mótrokna grundupphæddina

Men tað vil samgongan ikki. Neyðugt er at mótrokna í grunduphæddini, tí annars verður ikki talan um eina búskaparliga haldføra skipan, sigur landsstýriskvinnan. 

Hinir andstøðuflokkarnir - Fólkaflokkurin og Miðflokkurin - eru enn meira ivasamir. Hvørki Fólkaflokkinum ella Miðflokkinum dáma politisku ætlanina hjá samgonguni at styrkja Arbeiðsmarknareftirlønargrunnin, vanliga nevndur Samhaldsfasti.

Ætlanin at flyta part av uppsparingini hjá fólki - frá privatum eftirlønaruppsparingum yvir í Samhaldsfasta, verður hartað av Jørgeni Niclasen, formanninum í Fólkaflokkinum, sum heldur tað vera eitt rán frá privatu uppsparingini hjá fólkinum.

Sonja ikki partur av pensjónsnýskipanini

Uttanflokka-tingkvinnan, Sonja Jógvansdóttir, var ikki partur av samráðingunum um pensjónsnýskipanina síðstu mánaðirnar, áðrenn nýskipanaruppskotið varð lagt fram. 

Hon er heldur ikki seytjanda atkvøðan hjá samgonguni í hesum máli - tann leikluturin liggur hjá Sjálvstýri.

Hoyr innslagið omanfyri. 

Meira verður at frætta um pensjónsnýskipanina í Radaranum, sum kemur eftir tíðindini klokkan fimm seinnapartin.

Hoyr Radaran við at trýsta her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098