Klumma: Tú ert ikki John Travolta

Klumma: Tú ert ikki John Travolta
Vilt tú veruliga enda sum tann, sum drap síni vinfólk?
26.03.2018 - 10:04

 

- Klokkan er langt yvir miðnátt. Tað er ein vika síðani, at eg fekk koyrikortið, endiliga. Eg vendi pylsum alt summarið fyri at fáa ráð til hendan bilin. Tá eg koyri inn í bergholið, traðki eg á speedaran, seti ferðina upp. Lítli reyði pinnurin førkar seg. „Steðga“ hoyri eg. Eg flenni og traðki harðari. Tað er rúsandi at koyra uppá hendan mátan. Rópini gerast harðari. Eg snari rórinum til vinstru. Eg føli meg frælsan, flúgvi. Náttin er tóm, og harði bassurin køvir genturnar. Tríggjar skríggjandi gentur. Kunnu tær ikki halda kjaft? Hetta er mín bilur.

 

Nøkunlunda soleiðis ímyndi eg mær, at tú hevur hugsað í løtuni.

 

Koyrir tú ov skjótt? Tað er ikki fitt ella stuttligt yvirhøvur. Tú heldur kanska, at tú minnir um John Travolta ella um onkran úr Fast and Furious, men tað kann eg lova tær fyri, at tú ikki ger.

 

Um har er nakar, sum elskar fart, so er tað eg. Tað besta, eg veit, er at fara tvísporandi á hestbaki ella ein túr við „Dæmonen“ í Tivoli . Men at koyra skjótt í bili er nakað av tí mest ósexutta.

 

Tað følist sum eitt yvirgreb at sita í einum bili, sum koyrir ov skjótt. At sita púra hjálparsleys og einki fáa gjørt. Tankarnir flúgva gjøgnum høvdið. Hvat um vit renna saman við onkrum ella á okkurt fólk. Hvat um eg doyggi? Hvat um onkur annar doyr? Hvat um eg endi sum grønsak restina av lívinum

 

- Eg siti á baksetrinum. Eg haldi, at hon á forsetrinum fjasast við honum, sum koyrir. Eg kenni hann ikki. Vit koyra skjótt, og mær dámar tað ikki. Eg royni at lata sum einki, flenni nervøst. Eg havi ikki koyrikort, so hvat veit eg. Tey klandrast framman, hon biður hann seta ferðina niður. Vit koyra altso ræðuliga skjótt. Eg biði hann eisini gevast, hetta er ikki stuttligt longur. Hann er í síni egnu verð. Bilurin sveiggjar á vegnum, nú koyra vit í skeivari síðu. Eg fái ilt í búkin, mítt hjarta dukar. Eg síggi fyri mær myndir av knústum royndardukkum. Vit skríggja og skríggja, bøna hann um at seta ferðina niður, onki riggar. Eg føli tað, sum eg drukni. Eg haldi ondini og biði innantanna. Roynir hann at drepa okkum?

 

 

Í førarasetrinum í einum bili hevur tú nógv vald. Tað er feitt at hava vald, ha?

 

Ella er tað adrenalinrúsurin? Fær heldur niðan í Gundadal og hoppa av hægstu vippuni, heldur enn at seta lívið hjá tínum vinfólki í váða. Tú fært heldur ikki fisu av at koyra skjótt. Tú sært bara býttur og ósikkur út. Tú ert eitt reyvarhol, og ikki uppá tann góða mátan. Fær heldur og fiksa tín klædnastíl, og set hárið betri. Tak eina selfie og skovla nøkur likes. So fær tú kanska tað viðurkenning, tær manglar. Tað er ikki tín skyld, um tú ikki bleiv klemmaður nóg nógv sum barn. Ella fá tær ein hobby. Gev lívinum meiri innihald, so hugsar tú teg kanska um, áðrenn tú blakar tað burtur. Steðga við hasum lortinum góði.

 

Hanga ikki nokk av blómutyssum við vegjaðaran hvørt ár?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.